Ísland ætlar at vera vertur fyri HM í manshondbólti

Íslendska hondbóltssambandið ætlar saman við norsku og donsku hondbóltssambondunum at søkja um at hýsa HM-endaspælið í manshondbólti

Mynd: mbl.is

Íslendska hondbóltssambandið ætlar saman við norsku og donsku hondbóltssambondunum at vera vertur fyri HM-endaspælinum í manshondbólti í antin 2029 ella 2031.

 

Tey trý norðurlendsku hondbóltssambondini hava sent eina formliga umsókn til altjóða hondbóltssambandið, IHF um at sleppa at hýsa HM í manshondbólti. 

 

Tað sigur stjórin í íslendska hondbóltssambandinum, Ró­bert Geir Gísla­son við íslendska kringvarpið, RÚV. 

 

Ein nýggja tjóðarhøll fer at standa klár í Reykjavík í 2026.

 

Ísland hevur eina ferð áður verið vertur fyri HM í manshondbólti. Tað var í 1995. 

 

 

 

 

 

Mynd: mbl.is