Ísland tapti eftir longda leiktíð

Við teprum sigri tryggjaði Noreg sær pláss í HM endaspælinum um eitt ár

Norðmenn fegnast um sigurin og HM atgongumerkið. Mynd: polfoto

Tað stóð atgongumerki í HM endaspælinum um eitt ár upp á spæl, tá ið Ísland og Noreg seinnapartin brustu saman í teirra síðsta dysti í EM endaspælinum í Budapest.

 

Fram ímóti endanum var tað øgiliga tætt og spennandi, og tað var neyðugt við longdari leiktíð at finna vinnaran og harvið, um tað skuldi vera grannatjóð okkara fyri eystan ella vestan, sum skuldi vinna beinleiðis atgongd til HM endaspælið, sum um eitt ár verður í Svøríki og Póllandi.

 

Noreg vann 34 – 33 eftir tvær ferðir fimm minuttir longda leiktíð. Tá ið vanliga leiktíðin var farin, var støðan 27 – 27.

 

Norðmenn løgdu bragdligari fyri. Teir vóru frammanfyri 16 – 12, tá ið dysturin var hálvleiktur, men íslendingar vístu seg at drúgvir, og ellivu minuttir undan leikloki var 24 – 24, og so eydnaðist tað íslendingum fram ímóti dystarenda at leggja seg á odda 27 – 26. Hetta var fyrsta ferðin, at Ísland var á odda, síðani teir vóru frammanfyri 2 – 1.

 

Noreg javnaði til 27 – 27, og so var neyðugt við longdari leiktíð, og tá vann Noreg 34 – 33 við sigursmálið, ið varð skorað í síðsta sekundi.

 

Sigurin ber við sær, at Noreg er tryggjað pláss í HM endaspælinum, og at Ísland skal spæla kvalifikatión um pláss í HM endaspælinum. Um tað í mars fer at eydnast Føroyum at vinna seg víðari í kvalifikatiónsumfari, so verður møguleiki fyri, at Ísland og Føroyar kunnu bresta saman í innanhýsis kapping um pláss í HM endaspælinum.

 

Toppskjútti hjá Íslandi í dag var Ómar Ingi Magnússon, sum skoraði 10 mál.

 

Toppskjútti hjá Noregi í dag var Sander Sagosen, sum skoraði 8 mál.

 

At tað var neyðugt við longdari leiktíð millum Ísland og Noreg er orsøkin til, at hálvfinalan millum Danmark og Spania er útsett í eitt korter. Fyrsta bríksl verður klokkan 17.15.

 

 

 

Norðmenn fegnast um sigurin og HM atgongumerkið. Mynd: polfoto