? Við TórRek ´98 vóna vit at kunna styrkja samskiftið og samhandlin landanna millum, segði Halldór Ásgrímsson, uttanríkisráðharri Íslands, tá ið hann helt fyrilestur í sambandi við at sølustevnan TórRek opnaði í gjáramorgunin.
? 22 íslendskar fyritøkur bjóða her fram nakað av tí besta, vit í Íslandi hava innan vørur og tænastur.
? Íslendska fyritøkur hava samhandil við lond næstan um allan heimin. Samhandil er við Russland, Kina og eisini lond nærri hjá sum lond á Europeiska marknaðinum.
Styrkja samhandilin
- Samhandilin við Føroyar hevur hinvegin ikki verið tann stóri. Av tí sum føroyingar útflyta fer minni enn eitt prosent til Íslands. Tað sama er galdandi øvugta vegin. Hetta vilja vit gjarna gera nakað við, sigur Halldór Ásgrímsson.
Uttanríkisráðharri Íslands vísir tó á, at tað kortini er nakað av samhandli og samarbeiði millum londini. Her vísir hann millum annað á at føroyingar og íslendarar eru í fiskivinnusamstarvi, stóra flutningsfelagið Eimskip og Norrøna, sum í summartíðini hevur stóran týdning fyri samferðsluna í Norðuratlantshavi og eisini fyri lívið á Eysturlandinum í Íslandi.
Halldór nam eisini við alt tað søguliga samskiftið sum føroyingar og íslendingar hava havt sínamillum, og hvussu vit sum smátjóðir standa saman. Sjálvur mintist hann sum barn teir nógvu føroysku fiskimenninar, sum vóru í Íslandi, og hvønn týdning teir hava havt fyri íslendingar eisini.
Positivt við útflutningsframtaki
Løgmaður okkara, Edmund Joensen, hevði eisini orðið, tá ið sølustevnan opnaði.
- Eg haldi tað er sera positivt, at íslendingar gera eitt tílíkt útflutningsframtak her í Føroyum. Vit hava altíð havt nógv samarbeiði við Ísland, og ofta hava vit eisini sæð upp til Ísland, kanska serliga á útflutnings- og marknaðarøkinum.
? Sølustevnan TórRek er á einum sera høgum støði, og møguleikarnir eru nógvir at fáa eitt størri samarbeiði millum vinnulívið í Føroyum og í Íslandi.
? Eg vóni, at eisini vinnulívið í Føroyum vil taka stig til eitt RekTór í Íslandi í ?99, segði Edmund Joensen.
Stórt úrvæl
Erlendur Hjaltason, frá Eimskip, Magni Arge, stjóri á Atlantsflog og Jón Ásbergsson, stjóri fyri Útflutningsráð Íslands høvdu eisini orðið, tá ið sølustevnan lat upp.
Í gjár var stevnan bara opin fyri vinnilívinum í Føroyum, Í dag er opin fyri almenninginum. Opið er frá kl. 10 til kl. 20.
Íslendsku fyritøkurnar hava nógvar ymiskar vørur og tænastur at bjóða fram. Ymisk sløg av matvørum, drykkivørum, útgerð til skip og bátar, virðisbrævavirksemi, leikur til børn, máling er bara ein partur av úrvalinum.