Íslendingar koma til Klaksvíkar at greiða føroyingum fá fyrimunum og vansum við undirsjóvartunli

Klaksvíkar býráð tekur óvanlig stig til frama fyri undirsjóvartunli

 

Um ein mánaða koma borgarstjórin og býráðsformaðurin á Akranesi í Íslandi til Klaksvíkar at greiða frá, hvussu undirsjóvartunnil ávirkar tilveruna hjá einstaklignum, vinnulívið og aðrar tænastur


Áki Bertholdsen


Klaksvíkingar hava nú í nógv ár luftað tankan av og á um, at tað er neyðugt at gera undirsjóvartunnil undir Leirvíksfjørð.

Men serliga hetta seinasta árið hava teir verið meiri miðvísir í sínum arbeiði fyri at fáa tunnilin.

Og Býráðsformaðurin í Klaksvík fór so langt herfyri, at hann segði, at var ikki fast samband komið um Leirvíksfjørð um 10 ár, vóru Norðoyggjum ikki lív lagað.


Óvanligt stig

Men nú hava klaksvíkingar tikið eitt heldur óvanligt stig í royndini at sann­føra høgan og lágan um, at undirsjóvartunnil undir Leirvíksfjørði er tað einasta rætta.

Á býráðsfundi mánakvøldið samtykti býráðið einmælt at bjóða borgarstjóranum á Akranesi í Íslandi, Gisla Gislason og býráðsformanninum á Akranesi, Gunnar Sigurðsson, til Føroyar at greiða frá, hvussu undirsjóvartunnilin undir Hvalfjørðin hevur ávirkað tilveruna hjá teimum á Akranesi - hóast hann ikki er heilt liðugt boraður enn.

Báðir eru fúsir at koma til Føroyar og tað verður í seinnu helvt í oktober, at teir koma hendavegin.

Jógvan við Keldu sigur, at ætlanin er at bjóða einstaklingum, virkjum, stovnum og øðrum á fund við báðar íslendingarnar.

Men ætlanin er eisini at hava almennan fund.


Tað góða og tað ringa

Býráðsformaðurin í Klaksvík sigur, at ætlanin er ikki at tosa um tað tekniska viðvíkjandi undirsjóvartunlum.

­ Ætlanin er einans at fáa tir báðar íslendingarnar at greiða okkum frá hvussu tað hevur ávirkað lívið á Akranesi, báði uppá gott og ringt, at undirsjóvartunnil skjótt verður undir Hvalfjørðin.

Hann ivast ikki í, at Norðoyngar dragast við somu ivamál,sum, Akranesfólk gjørdu, tá tosað bleiv um undirsjóvartunnil har.

Fer fólkið at flyta inn á mistaðarøkið?

Fer handilslívið fyri bakka, tí fólk fara aðrastaðni at keypa?

Verður sjúkrahúsið niðurlagt, tí fast samband er komið.

Og fara virki og verksmiðjur at flyta?

Jógvan við Keldu sigur, at tær royndir, íslendingar hava gjørt, er, at handilslívið, vinnulívið, almennar tænastur og fólkatalið hevur bundið seg enn fastari í Akranes, síðani fasta sambandið kom, enn tað hevði áður.

Hóast íslendingarnir báði skulu tosa um fyrimunir og vansar, ivast býráðsformaðurin í Klaksvík ikki í, at fyrimunirnir verða í greiðum meiriluta.

­ Skuldi seg sett tøl á, vildi eg sagt: Fyrimunirnir 90%, vansarnir 10%, sigur hann.

Nú íslendingar koma hendavegin, biðjur hann eisini føroyingar leggja sær eitt í geyma:

Undirsjóvartunnilin undir Hvalfjørð er gjørdur fyri at stytta eina farleið av góðum vegi 60 kilometrar.

Undirsjóvartunnilin undir Leirvíksfjørð er at fáa skil á eina samferðslu, sum er tann ebri ruðuleiki, og har ruðuleikin veksur dag frá degi.

So allir fyrimunirnir íslendingar hava, kunnu fleirfaldast í Føroyum.

Hann førir eisini fram, at tá ið fast samband er komið undir Leirvíksfjørð og undir Vestmannasund, kann strandferslan brúka sína orku har, hon ger mest nyttu: At geva sandoyingum, Suðuroyingum og øðrum eitt betri samband.

Hann ivast ikki í, at ein undirsjóvartunnil má fíggjast við bummpengum.

­Men heldur betala bummpengar til eitt trygt, álítandi samband, enn at betala ferðaseðlar til tað ruðuleikakenda sambandið, sum nú er, sigur hann.