Íslendingar mistu sigurin á stokkinum

Í Poznan javnaði heimaliðið, tá ið tað restaðu tveir minuttir

Ísland leggur seg á odda 1-0. Mynd: uefa.com

Fríggjakvøldið vann Ísland 1-0 á Tórsvølli ímóti Føroyum. Talan var um tepran og ikki frítt hepnan sigur.

 

Í kvøld spældu íslendingar á útivølli í Póllandi. Úrslitið í Poznan var 2-2. Ísland var frammanfyri 2-1, inntil tað restaðu tveir minuttir. Tá javnaði Pólland til 2-2, sum varð úrslitið.

 

Ísland legði seg á odda í 26. minutti. Málskjútti var Albert Guðmundsson eftir hornaspark. Átta minuttir seinni javnaði Pólland. Málskjútti var Piotr Ziel­inski  eftir sending úr vinstru.

 

Íslendingar høvdu gott tak á málrevinum Robert Lewandowski, og tveir minuttir eftir steðgin legði Ísland seg aftur á odda. Eftir álop í vinstru var bólturin leysur í brotsteiginum, har Birgar Ingi Bjarnason í sínum triðja landsdysti skoraði fyrsta málið á landsliðnum.

 

Íslendingar vóru á odda, inntil tað restaðu tveir minuttir. Tá javnaði Pólland til 2-2. Málskjútti var Karol Swiderski eftir innlegg úr vinstru.

 

Íslendsku landsliðsspælararnir fara nú í summarfrí, sum umboða útlendsk feløg, meðan hinir halda fram í íslendsku landskappingini.

 

Pólland fer nú at luttaka í EM endaspælinum. Mótstøðuliðini eru Slovakia, Spania og Svøríki. Fyrsti dysturin hjá Pólandi verður seinnapartin mánadagin ímóti Slovakia.

 

Ísland leggur seg á odda 1-0. Mynd: uefa.com