Íslendingar taptu tríggjar dystir undan HM-kappingini

Íslendska kvinnulandsliðið í hondbólti, ið er í EM-undankappingarbólki saman við Føroyum tapti fyri Angola ígjár

Mynd: handbolti.is

Íslendska kvinnulandsliðið, ið er í EM-undankappingarbólki saman við Føroyum skal kappast í HM-endaspælinum, ið verður í Noregi, Danmark og Svøríki millum 29. november og 17. desember.

 

Ísland er í innleiðandi bólki D saman við Fraklandi, Slovenia og Angola. Ísland spælir fyrsta dystin komandi hósdag klokkan 17 móto Slovenia.

 

Farnu fýra dagarnar hevur Ísland tikið lut í einari HM-upphitingarkapping, ið nevnist Posten Cup.

 

Ísland tapti allar tríggjar dystirnar.

 

Farna hósdag tapti Ísland 23-29 (10-14) fyri Pólandi, fyrradagin tapti Ísland 21-31 (8-20) fyri Noregi, og ígjár taptu tær íslendsku kvinnurnar 24-27 (11-13) fyri Angola. Og júst Angola møta tær aftur í innleiðandi bólki D mánadagin 4. desember klokkan 17. 

 

15. oktober vann Ísland 28-23 (11-12) á Føroyum í høllini á Hálsi í Havn. Liðini hittast aftur í Reykjavík 7. apríl komandi ár. 

 

 

 

Mynd: handbolti.is