Íslendingar vilja hava fólkaatkvøðu um ES

Val verður til íslendska Altingið næsta ár, og tað er ikki óhugsandi, heldur íslendska ávísin, Visir, at Ísland samstundis fer at hava eina fólkaatkvøðu um møguliga upptøku í ES-samveldinum.

Ein spurnarkanning, sum er gjørd í Íslandi í døgunum 12.-20. juni í ár, vísir, at 74,2 prosent av teimum spurdu halda tað vera týdningarmikið, at ein fólkaatkvøða verður í Íslandi um samráðingar við ES um íslendskan limaskap í samveldinum.

 

Kanningin, sum íslendska marknaðarkanningarfyritøkan, Maskína, hevur gjørt, vísir eisini, at 54,3 prosent av íslendska fólkinum ynskja, at Island verður limur í ES.

 

Val verður til íslendska Altingið næsta ár, og tað er ikki óhugsandi, heldur íslendska ávísin, Visir, at Ísland samstundis fer at hava eina fólkaatkvøðu um møguliga upptøku í ES-samveldinum.

 

Úrslitið av spurnarkanningini ger ikki fyrrverandi íslendska forsætisráðharran, Þorsteinn Pálsson, ovfarnan. Hann heldur nevniliga, at nú eigur málið um ílendskan ES-limaskap at koma á politisku dagsskránna.

 

Sjálvandi veit eingin frammanundan, hvat úrslitið av einari fólkaatkvøðu hevði verið, men Þorsteinn Pálsson heldur tað vera avgerandi, at komandi stjórnin í Íslandi setir sær eina nýggja kós, sum samsvarar við tað, ið íslendska fólkið ynskir.

 

Spurnarkanningin vísti eisini, at 66,8 prosent av íslendska fólkinum halda, at húsarhaldi høvdu verið betri fyri, um Ísland var í ES. 

 

Eitt, sum eftir øllum at døma eisini fyllir nógv hjá íslendingum, er krónuvirði, har islendska krónan telist millum minstu gjaldoyru í heiminum. Um Ísland verður fullgildugur limur í ES, kann tað eisini merkja, at Ísland fær evruna sum gjaldoyra.

 

- Um evran verður gjaldoyra í Íslandi, kann tað eitt nú merkja, at íslendingar fáa atgongd til realkredittlán fyri betri prísir enn í dag, verður sagt í greinini í Visir.