Ukraina og Ísland spældu í kvøld Nations League Play Off finalu í Tarczynski Arena leikvøllinum í Wroclaw í Pólandi.
Albert Guðmundsson legði Ísland á odda við einum dreymahøggi tá ein hálvur tími var leiktur av dystinum, og vóru íslendingar á odda 1-0 í steðginum.
Men í seinna hálvleiki vendu ukrainar dystinum. Í 54. minutti javnaði Viktor Tsygankov til 1-1, og tá seks minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini skoraði Mykhailo Mudryk sigursmálið hjá Ukraina.
Danmark verður sostatt einasta norðurlandið, ið fer at kappast í EM-endaspælinum í Týsklandi í summar.
Hetta er fjórðu ferð á rað, at Ukraina skal kappast í EM-endaspælinum.
Ukraina er í innleiðandi bólki E saman við Belgia, Slovakia og Rumenia.