Íslendsk forkvinna og føroyskur næstformaður

Tingnevndin, sum umsitur Hoyvíkssáttmálan, hevur fingið nýggjan formansskap

Útnorðurráðið hevur havt fund í Sandoy í morgun og hevur tingnevndin, sum umsitur Hoyvíkssáttmálan ímillum Føroyar og Ísland, fingið nýggjan formansskap.

 

Unnur Brá Konráðsdóttir er vald til forkvinnu og Brandur Sandoy er valdur til næstformann í nevndini. Tað eru tey bæði á myndini.

 

Á fundinum varð eisini avrátt at kanna fyrimunir og vansar við at lata Grønland vera við í avtaluni, og tað málið skal takast uppaftur, næstu ferð nevndin hevur fund, tað er í Íslandi í september.

 

Unnur Brá hevur veri altingslimur í Íslandi síðani 2009 og hon var limur í formansskapinum í Altinginum til í fjør.

Hon er eisini forkvinna í Útnorðurráðnum.

 

Í tingnevndini, sum umsitur Hoyvíkssáttmálan, eru seks tingólk úr Løgtinginum og seks tingfólk úr Altinginum.

 

Samstundis eru seks landstingsfólk úr Grønlandi við í nevndini sum eygleiðarar við talirætti.

 

Endamálið við nevndini er at endurskoða Hoyvíkssáttmálan og at koma við tilmælum um broytingar og ábøtur.

 

Hoyvíksavtalan varð ett í gildi í 2006 og er mest umfatandi avtalan Føroyar og Ísland hava við onnur lond.

 

- Í veruleikanum ber avtalan við sær, at Føroyar og Ísland eru ein felags marknaður, hvat viðvíkur vørum, tænastum kapitali, arbeiðsmedi, útbúgving, gransking og  mentan.

 

Annars hava londini eisini eina handilsavtalu, sum ber í sær, at londini krevja ikki toll av handilsvørum, londini innflyta frá hvørjum øðrum.