Í morgun sigur ísrelski herurin seg hava framt eitt loftálop á húsini hjá Hamas-leiðaranum, Ismail Haniyeh, í Gaza.
Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga.
Ismail Haniyeh hevur áður verið forsætisráðharri fyri palestinsku sjálvstýrismyndugleikarnar.
Tað var hann fram til, at núverandi forsætisráðharrin, Mahmoud Abbas, rak hann úr sessinum í 2007.
Sambært ísraelska herinum hava húsini hjá hernaðarliga leiðaranum verið brúkt sum kommandostøð hjá Hamas.
- Sjálvur býr Ismail Haniyeh í Doha í Qatar, veit tíðindastovan Reuters at siga í morgun.