Sambært verjumálaráðharranum í Ísrael hevur herurin í landinum dripið iranska fregnartænasturáðharran, Esmail Khatib, í einum álopi mikukvøldið.
Tað sigur Israel Katz, verjumálaráðharri, sambært Reuters.
Iran hevur enn ikki viðmerkt ella váttað ísraelsku frágreiðingina.
Frágreiðingin frá verjumálaráðharranum kemur dagin eftir, at ovasti trygdarleiðarin í Iran, Ali Larijani, eisini varð dripin í einum ísraelskum álopi.
/Ritzau/











