Ísraelsku hermenninir, sum síðstu nátt tóku seg inn á Shifa-sjúkrahúsið í Gaza, eru rýmdir av aftur sjúkrahúsinum.
Tað sigur ein journalistur, sum er staddur á kringsetta sjúkrahúsinum.
Tíðindastovan AFP hevur skift orð við journalistin. Hann sigur, at ísraelsku hermenninir nú eru farnir aftur til støðir kring sjúkrahúsið.
Sum skilst, hava ísraelsku hermenninir leitað eftir vápnaðum Hamas-limum í stóra sjúkrahúsbygninginum.
Ísraelski herurin sigur, at teir hava funnið vápn á Shifa-sjúkrahúsinum, men ongar gíslar.