Italsk løgregla leggur hald á heimsins størstu segljakt

Sum liður í revsitiltøkum frá vesturlondum móti russiskum oligarkum er hald lagt á 143 metrar langan bát í Italia

Her sæst 143 metra »Sailing Yacht A« nærindis Monaco í 2019. (Arkivfoto.) - Foto: Andrej Isakovic/Ritzau Scanpix

Hald er lagt á heimsins størstu privatu sonevndu segljakt, »Sailing Yacht A« í Italia. Tað russiski ríkmaðurin Andrej Melnitjenko, sum eigur bátin.

Tað upplýsir skrivstovan hjá forsætisráðharranum í Italia í dag.

Hald er lagt á bátin í norðuritalska býnum Trieste.

Tað verður gjørt bara fáar dagar eftir at Melnitjenko var settur á listan við revsitiltøkum hjá ES. Listin varð gjørdur í kjalarvørrinum av russisku innrásini í Ukraina.

»Sailing Yacht A« er 143 metrar long og prísurin er upp ímóti 530 milliónir evrur, sum svarar til slakar fýra milliardir krónur.

Tað er franski sniðgevin Philippe Starck, sum hevur tekna risastóra bátin. Mett verður at hetta er hemins størsti privati motorrikni seglbátur.

Tann yvir hundrað metra høga, framtíðarkenda jaktin hevur umframt tey trý seglini fleiri diesel- og elmotorar.

Talan er ikki um fyrst russiska farið, sum italska løgreglan leggur hald á.

Í síðstu viku varð halda lagt á fleiri hús og jaktir sum vóru verd yvir eina milliard krónur í italia. Virðini eiga fimm russiskir ríkmenn, sum eru á listanum yvir revsitiltøk.

Hetta er ein liður eini roynd hjá vesturheiminum at raka oligarkar við sambandi til russiska forsetan, Vlademir Putin.

Melnitjenko eigur tøðframleiðaran EuroChem Group og kolfelagið SUEK.

Russland byrjaði innrásina í Ukraina 24. februar.

Síðani hevur ES, USA, Bretland og fleiri onnur sett í verk tiltøk ímóti Russlandi. Nøkur hava verið sett ímóti einkultpersónum. Onnur hava rakt handilin meira breitt.

Í gjár tók USA burtur serliga handilsstøðuna hjá Russlandi. ES fer væntandi eisini at gera tað. Tað hevur ES nevndarforkvinnan í ES, Ursula von der Leyen sagt.

Í Russlandi hava tey funnist at tiltøkunum. Russland hevur enn tá hótt við at leggja halda virði hjá vesturlendsku feløgum, sum taka seg úr landinum.

/ritzau/Reuters

 

Her sæst 143 metra »Sailing Yacht A« nærindis Monaco í 2019. (Arkivfoto.) - Foto: Andrej Isakovic/Ritzau Scanpix