ÍTRÓTTAFAGNAÐURIN: Eyðdis Ellendersen er ársins Ítróttaeldsál

Fjórði heiðurin í Ítróttafagnaðinum í Løkshøll er handaður

Parasport-legendan, Katrin Dagbjartsdóttir handaði Eyðdis Ellendersen heiðurin

Í kvøld er Ítróttafagnaður í Løkshøll í Runavík.

 

Fjórði heiðurin í kvøld var: "Ársins Ítróttaeldsál".

 

Ársins ítróttareldsál er Eyðdis Ellendersen frá Tvøroyrar Bóltfelagi. Parasport-legendan, Katrin Dagbjartsdóttir handaði Eyðdis heiðurin.

 

- Hetta er heilt fantastiskt, tað er við gleði, at eg geri alt fyri TB. Eg havi nógv góð fólk rundanum meg, og eri takksom fyri tey sum hava innstillað meg, segði Eyðdis í samrøðu við Trónd Arge.

 

Hini innstillaðu vóru Jón Brekku hjá Havnar Tennisfelagi, Jan Johannesen frá flogbóltsfelagnum, Drátti.

 

 

 

 

 

 

 

Parasport-legendan, Katrin Dagbjartsdóttir handaði Eyðdis Ellendersen heiðurin