It’s now or never!

Suðuroyingar flestir elska Elvis, og her hava okur fleiri, ið eru uppkallaði eftir ”The King”. Úttalan er ymisk. Nøkur siga Elvøs, onnur Elvus, tó tey flestu siga Elvis.

 

Tá jeg hugsi um Elvis, so rennur lagið ”It’s now or never” mær í huga. Heitið á hesum risahitti hjá fenomeninum úr Mississippi er eisini sera beinrakið, tá hugsað verður um støðuna vit í Suðuroynni eru í nú!

 

Tað er ”Now or Never” at okur øll eiga at standa saman, og fáa suðuroyingar inn á ting og í landsstýrið!

 

Suduroyggin og fólkið her býr skal hoyrast, tá avgerðirnar verða tiknar. Okur skulu ikki verða skúgvað til viks sum grenj, men virðast og hoyrast!

 

Hjálpið mær á valdegnum at hjálpa tykum, mínir oyggjabúgvar!

 

 

 

Bjarni Hammer

 

Títt valevni