Arbeiðssteðgur
-Vit ivaðust ongantíð í, at vit skuldu fara í verkfall.
Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag er púra avklárað um støðuna, nú felagið hevur lýst 24 tíma verkfall, saman við Starvsmannafelagnum, fyri at mótmæla, at politiski myndugleikin legði seg út í sáttmálan ímillum SEV og Maskinmeistarafelagið.
Hon minnir á, at Bárður Nielsen, og nú eisini løgtingið, hava vrakað ein sáttmála, sum báðir partar vóru samdir um, saman við semingsfólkunum.
Samstundis hevur Bárður Nielsen longu nú kunngjørt, úrslitið av samráðingunum á almenna arbeiðsmarknaðinum í oktober, skal vera nakað sum líkist eini null-loysn.
Sostatt hevur hann longu nú avgjørt, at okkara limir, sum arbeiða hjá tí almenna skulu hava minni lønarhækking enn limir okkara í privatu vinnuni.
Onki við sakina at gera
Vígdis Johannesen vísir nevniliga avgjørt aftur, at samráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum í vár endaðu við eini null-loysn.
Vit fingu eina lønarhækking upp á 3%, sum vit eftir egnum ynski fingu uppá eftirlønina, sigur hon.
Hon sigur, at tað, sum er hent nú, er, at bæði Bárður Nielsen og Løgtingið hava tikið samráðingarrættin frá fakfeløgunum í sambandi við SEV sáttmálan og komandi samráðingunum í heyst og tað kunnu fakfeløgini ikki góðtaka.
Hetta er kjarnin í málinum. Tað hevur ongan týdning í hesum sambandi um Maskinmeistarafelagið hevur fingið hægri lønarhækking enn arbeiðarafeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum.
- Tað einasta, sum hevur týdning, er, at Bárður Nielsen og Løgtingið hava tikið samráðingarrættin frá okkum.
Vil Bárður Nielsen ikki, at almennu lønirnar skulu hækka í heyst eigur hann ikki at brúka maskinmeistararnar hjá SEV sum jarnbrot. So eigur hann at grundgeva so væl fyri tí í samráðingunum í heyst, at hann fær eina semju um tað. Samráðingarnar í oktober eru eitt mál fyri seg, sum onki hevur við hetta at gera, men slíka framferð, sum hann hevur víst seinastu dagarnar, kann ikki góðtakast.
Samstundis var eitt tað fyrsta hann gjørdi, eftir at hann kom í landsstýrið, var at geva fólki við høgari løn ein trivaligan skattalætta.
Vígdis Johannesen sigur, at tá hugsaði hann ikki so nógv um verkamannafjøldina.
Annars harmast hon stórliga um, at enntá at ein siðbundin arbeiðaraflokkur, sum javnaðarflokkurin gongur á odda í hesum. Ikki minst harmast hon um, at landsins hægsti politikari er burturstaddur, men at hann kortini kundi hava eina meining um at eina veljarakanning, men at hann ikki hevur kunnað havt eina meining um eitt álvarsmál sum hetta.