Ivaðist ikki tá eg fekk stjórastarvið í boði

– Mær dámar væl at hava ávirkan og ábyrgd. Eg havi eisini altíð havt dirvi til at taka við avbjóðingunum, sum eg havi fingið. So eg brúkti ikki nógva tíð at hugsa meg um, áðrenn eg tók av tilboðnum um at gerast stjóri í Betri Trygging.

Soleiðis sigur Ingunn Eiriksdóttir, sum er nýggjur stjóri í Betri Trygging – tað sum fyrr kallaðist Tryggingarfelagið Føroyar, í drúgvari samrøðu í Vinnuni, sum er eykablað í Sosialinum í dag.

Ingunn Eiriksdóttir, sum er uppvaksin í Lopra, er útbúgvin løgfrøðingur og hev­ur diplom í leiðslu, og hon hevur sit­ið í stjórastørvum tey seinastu 10 ár­ini. Frá 2007 til 2013 var hon stjóri í Data­eft­ir­litinum, og hon hevði verið mið­fyr­i­sitingarstjóri hjá Tórshavnar komm­unu í fýra ár, tá hon brádliga fekk í boði at taka við sum stjóri í Betri Trygging.

Tá hon gjørdist stjóri í Data­eft­ir­li­t­i­num, varð stovnurin júst umskipaður, og høv­uðs­upp­gávan hjá stjóranum var at byggja upp og skipa arbeiðið á stovn­inum. Og júst hetta at byggja upp, dámar henni sera væl.

Í samrøðuni sigur Ing­unn Eiriksdóttir, at tá hon byrjaði sum stjóri í Dataeftirlitinum, vistu fólk næst­an ikki, hvat Dataeftirlitið var. Hetta setti hon sær fyri at broyta, og ar­beiddi miðvíst eftir einari strategi við fimm málum, sum hon legði høv­uðs­dentin á. Samstundis tók hon leiðsl­u­útbúgving.

Eftir seks ár í stjórasessinum í Data­eft­litinum hevði hon rokkið tey mál, sum hon hevði sett sær fyri, og hon hevði nú hug at royna seg í ein­um størri høpi við fleiri av­bjóð­ing­um og fleiri starvsfólkum.

– Eg søkti starvið sum mið­fyri­sit­ing­ar­stjóri hjá Tórshavnar kommunu, og fekk tað. Har treivst eg eisini sera væl, til hetta starvið brádliga kom fram­við.

– At vera stjóri í miðfyrisitingini hjá Tórs­havnar kommunu var sera av­bjóð­andi, og at arbeiða í einum pol­itiskum bygnaði gevur nakrar eyka av­bjóð­ingar, sigur Ingunn Eir­iks­dóttir, sum nú hevur tikið við fyrsta stjórastarvinum í privatu vinn­uni.

Lesið alla samrøðuna í Vikuskiftis-Sosialinum, sum fæst í lesasølu kring landið.

Blaðið kann eisini keypast í teldutøkari útgávu á www.sos.fo