IVAN JOHANNESEN: ­ Steðgar tunnilsarbeiðið fær tað avleiðingar

SOSIALURIN, hóskvøld: Eftir øllum at døma ganga brotasjógvarnir harðir í Sambandsflokkinum. Edmund Joensen segði í kvøld í degi og viku, at meira verður ikki gjørt við undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi. Hann segði eisini, at einki veruligt arbeiði er gjørt í hesum máli.

Harvið gongur hann beinleiðis ímóti partamonnunum í Vágum, Ivani Johannesen, landsstýrismanni og Suna Jacobsen, tingmanni. Suni Jacobsen hevur fyrr sagt, at tað fær avleiðingar fyri samstarvið í Sambandsflokkinum, um arbeiðið við tunnlinum steðgar. Nú tekur Ivan Johannesen eisini blaðið frá munninum. Við deg og viku í kvøld segði hann:


­ Vit vóru nakrir, Sámal Petur í Grund, Sune Jacobsen, Jørgin Niclasen og eg sjálvur, sum arbeiddu við hesum málinum. Eg eri keddur av, at Edmund Joensen nú hevur steðgað hesum arbeiði, men eg ætli mær politiskt at royna at finna eina loysn. Men eg eri ikki samdur við løgmanni í hesum máli, segði Ivan Johannesen.


Tá hann av sjónvarpinum varð spurdur, um hetta fær avleiðingar fyri samstarv hansara við Sambandsflokkin, segði hann seg ongar viðmerkingar hava til hetta beint nú.


­ Men steðgar tunnilsarbeiðið her, so fær tað avleiðingar, segði hann.