Magnus Gunnarsson
Stórur munur er á, hvat bilarnir halda betur í dag, enn teir gjørdu fyri umleið 30-40 árum síðan. Bæði orsaka av at bilarnir eru betri gjørdir, vegirnir eru betri og rustviðgerðin er munandi betur. Bilverkstaðurin hjá Ivan Johansen hevur gingið á odda innan hetta øki, og hava teir eina nútímans høll til rustviðgerð.
2-3 bilar dagliga
Best er at bilarnir verða rustviðgjørdir skjótast møguligt, helst tá teir eru nýggir. Nýggir bilar eru reinir undir botninum og nýtast ikki at reinsast áðrenn teir skulu viðgerast, sigur Kaj Boetius, sum hevur Dinitrol rustviðgerina um hendur. Hann rustviðgerð dagliga 2-3 bilar, alt eftir um tað eru nýggir ella gamlir bilar, og um teir eru smáir ella stórir. Bilar sum koyra á føroysku vegunum blíva ómetaliga skitnir um veturin. Teir hava eisini avtalur við fleiri aðrar bilhandlarar um at rustviðgera teirra bilar.
Kannaðir hjá FDM
Kaj Boetius, ið er útbúgvin sertifikatsveisari, hevur luttikið á skeiðum fyri sproytuoperatørar hjá Teknologisk Instittut. Bilar, sum teir hava viðgjørt, hava verið hjá FDM, í Danmark, til eftirkanningar. Skotsmálið teir fingu frá FDM, var, at har var onki at viðmerkja og arbeiðið var væl úr hondum greitt. Nýggir bilar, ið koma til rustviðgerð, verða lidnir sama dag, meðan bilar sum skulu reinsast áðrenn viðgerðina, standa 2 til 3 dagar, alt eftir hvussu umfatandi arbeiðið er.