Ivar Hansen deyður

Ivar Hansen, fólkatingsformaður og fyrrverandi ráðharri er deyður

Gjáramorgunin varð fráboðað, at Ivar Hansen, formaður í Fólkatinginum, var deyður 64 ára gamal.
Ivar Hansen gjørdist formaður í Fólkatinginum í 1998. Hann varð fyrstu ferð valdur í Fólkatingið fyri flokkin Vinstra í Ribe Amti 1973 og kom í formansskapin í 1990.
Eitt stutt skifti, í 1978-79 var Ivar Hansen ráðharri í almennum arbeiðum í SV-stjórnini hjá Anker Jørgensen.
Sum fólkatingsmaður hevði Ivar Hansen fleiri álitisstørv. Hann var formaður í tingbólkinum hjá Vinstra frá 1982 til 1998 og politiskur framsøgumaður frá 1987 til 1991. Hann var ríkisgrannskoðari frá 1982 til 1998 og formaður hjá ríkisgrannskoðarunum frá 1995 til 1998. Frá 1976 til 1978 var hann limur í Fólkatingsins fíggjarnevnd og aftur frá 1986 til 1988, tá hann var formaður í nevndini.
Frá 1986 til 1988 var hann formaður í fíggjarnevndini hjá norðurlendska ráðharraráðnum.
Sum fólkatingsformaður varð Ivar Hansen nógv avhildin millum tingmenn. Hann var nýskipanarhugaður sum formaður, men legði samstundis stóran dent á, at Fólkatingið skuldi varðveita sína tign.
Á ólavsøku í fjør vóru Ivar Hansen og konan í Føroyum sum gestir hjá Løgtinginum í sambandi við, at 150 ár vóru liðin, síðani Løgtingið varð endurreist.