Ivasamt um Murdoch segði satt

Tveir fyrrverandi stjórar á blaðnum News of the World vilja vera við, at James Murdoch segði ikki allan sannleikan, tá hann og faðirin, Rupert Murdoch, vóru í bretska parlamentinum týsdagin og svaraðu spurningum frá politikarunum.

Undir hoyringini vildu politikararnir hava at vita, um James Murdoch hevði verið vitandi um, at News of the World brúkti ólógliga telefonlurting. Í 2008 rindaði hann stjóranum í bretska spælarafelagnum, Gordon Taylor, seks milliónir krónur, fyri at Taylor ikki skuldi fara í rættin við News of the World, tá hann fann útav, at blaðið hevði lurtað eftir telefon hansara. Í parlamentinum varð James Taylor spurdur, um hann visti, um blaðið hevði brúkt somu framferð ímóti øðrum, men tað avsannaði hann.

Tað einasta skjalið í málinum er eitt teldubræv, har tað sæst at fleiri blaðfólk hjá News of the World brúktu ólógliga telefonlurting, men James Murdoch helt uppá, at hann hevði ongantíð sæð hetta teldubrævið. Men tað er ikki rætt, siga Colin Myler og Tom Crone, sum hava sitið í stjórastørvum á News of the World. Sambært The Guardian siga teir, at James Murdoch "mistók seg", tá hann segði Parlamentinum, at hann einki visti um teldubrævið.

Kanningarnevndin hjá Parlamentinum hevur longu boðað frá, at hon vil hava orð á James Murdoch eina ferð afturat, so hann kann greiða frá, hví teir báðir fyrrverandi stjórarnir siga nakað annað enn hann sjálvur.