Tað er ivasamt, um tað er ráðiligt at seta fleiri pengar í gamla skúlabygningin í Hoydølum, tí at bygningurin er í ov ringum standi.
Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.
Upprunaliga var ætlanin, at Listafólkasamband Føroya, stytt LISA, skuldi saman við Tjóðsavninum flyta inn í teir bygningarnar, sum vóru studentaskúlin í Hoydølum. LISA er farið undir eina tilgongd at flyta inn í gomlu gentukostdeildina - tað er bygningurin, ið brann í grund í 2007, og sum síðani varð bygdur upp aftur - men yvirhøvur er líkt til, at ætlanirnar at húsa Tjóðsavninum í Hoydølum er sleptar, sigur landsstýrismaðurin.
– Hugskotið um Tjóðsavnið, tað haldi eg eri slept. Tað tori eg næstan at siga. Men tað hongur nógv saman við, um tað loysir seg at gera nakað við bygningin, og tað trúgvi eg ikki loysir seg, sigur Jenis av Rana um gamla betongbygningin við fimleikahøllini.
Orsøkin er, at bygningurin er í ov ringum standi, og alt týðir á, at tað er ikki skilagott at brúka pengar upp á bygningin.
– Tað verður nokk ikki við mær við róðrið, at pengar verða brúktir upp á bygningin. Men eingin 100 prosentsavgerð er tikin, sigur Jenis av Rana.
Tjóðsavnið er kortini farið undir eina friðingartilgongd í sambandi við gamla sanatoriibygningin, sigur Jenis av Rana, og tað er ikki óhugsandi, at Tjóðsavnið kann fáa nýtslurættin til tann bygningin, tá friðingarartilgongdin er av.
Jenis av Rana fær tó ikki sagt nógv um, hvat skal henda í økinum í Hoydølum frameftir, tí at í mentamálaráðnum verður arbeitt við einari heildarloysn fyri alt økið, og tað arbeiðið skal vera komið longri, áðrenn Jenis av Rana vil greiða frá, júst hvat skal vera í Hoydølum.
– Vit arbeiða við einari loysn, sum ikki er búgvin at koma við enn. Tað verður heilt skjótt, so hava vit svar upp á tað, og so kann eg tosa um tað uttan trupulleikar. Men sum nú er, eru vit í gongd við eina loysn, ið kann verða forstýrað, um eg sigi ov nógv.