Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Páll Nolsøe
Í annaðkvøld - týskvøldið 7. apríl verður evni »Tøgn og tala í einum fólkaræði« í fyrilestrarrøð í Norðurlandahúsinum.
Tað er Magistarafelag Føroya, sum skipar fyri fyrilestrarrøðini, sum kannar framsagnarfrælsi hjá fakfólki, ið starvast innan almenna geiran.
Formaðurin í Magisterfelagi Føroya, Páll Nolsøe, heldur tað verða viðkomandi at varpa ljós á.
- Summir av okkara limum hava gjørt vart við, at tey ivast í hvat tey kunnu siga í almennum kjaki, og tí er viðkomandi at vísa á, at tað er ein ávís skylda at brúka sína fakligheit í kjakinum, sigur hann.
Til sjálvt tiltaki verða tað Heini í Skorðini, PHD lesandi á Kings College London, Bárður Larsen, Adjunktur í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum, og Jesper Tynell, tíðindamaður og rithøvundur sum fara ta leggja fram um júst hetta evni.