Ivast í um rækjuflotin er til í næsta ár

    Føroysk rækjuskip síggja seg svikin í sáttmálum um fiskirættindi ? hava fiskað í kørgum vøtnum so lítið sum ein sættapart til ein fjórðing av tí, sum grønlendsk og kanadisk rækjuskip fáa á góðum fiskileiðum

Minni og minni at fiska ár undan ári, alt meðan grønlendingar og kanadiarar rokast; og aftur við stútt fallandi rækjuprísum á heimsins marknaðum, og líka so stútt hækkandi prísum á brenniolju sum harvið hava dýrkað munandi um raksturin? Tá er ikki nógv eftir, tá er ringast hugsandi marrudreymur veruleiki fyri okkara fyrr so stolta rækjuflota, ein rækjufloti sum nú ivast í um hann yvirhøvur er til næsta ár.
Mong teirra, ið varða av teimum restum, sum enn eru eftir av rækjuvinnuni kenna seg svikin og slept upp á fjall av politikarum og embætisfólkum, sum ikki tykjast hava raðfest rækjuflotan í sambandi við sáttmálar við onnur lond um fiskirættindi. Tað kom fram á tí árliga vinnulívsfundinum hjá Eysturoyar Vinnulívsfelag fyrr í vikuni, har júst ?Rækjuvinnan? var eitt av tveimum høvuðs evnum.
Eini 70 fólk vóru komin saman á fundinum fyri at hoyra innlegg frá vinnulívsmonnunum Hans Johannes á Brúgv, Kjartan Joensen og Jóhan Joensen um rækjuvinnuna. Hitt temaið var ?Lønarsteðgur og Skattalætti? og innleggunum har stóðu Karla Einarsson og Bárður Nielsen fyri.
Úr 12 niður í 5 niður í 0
? Útlitini fyri rækjuvinnuna eru sera ring, skrivar Eysturoyar Vinnulívsfelag millum annað í einari niðurstøðu frá vinnulívsfundinum, har spurningur varð settur við um rækjuflotin yvirhøvur er til í næsta ár.
? Prísirnir eru fallandi, meðan føroyingar ikki megna at fáa fiskiloyvir í økjum, har nógvar og góðar rækjur eru. Hetta setir tann føroyska rækjuflotan í eina verri støðu enn kappingarneytarnar. Eitt føroyskt rækjuskip fiskar 10-15 tons per dag, meðan grønlendingar og kanadiarar fiska 60 tons per dag.
Um rækjuprísirnar varð staðfest, at hesir eru minkaðir niður um eina helvt upp á stutta tíð, samstundis sum oljuprísurin er fleirfaldaður. Karmarnir hjá rækjuvinnuni eru sum heild verri enn hjá øðrum fiskivinnugreinum, varð somuleiðis staðfest - og undirbygt við syrgiligum statistikki yvir talið á føroyskum rækjuskipum.
? Í tíðarskeiðnum 2000/ 2001 var miðal prísurin fyri eitt kilo av rækjum 21,40. Eitt ár seinni 2001/2002 var prísurin komin niður á 15,40. Í tíðarskeiðnum 2002/2003 fór prísurin niður við einari krónu og fyri 2003/2004 er prísurin komin niður í 10,00 per kilo.
? Í tíðarskeiðnum frá 1999 og tvey ár fram fór oljuprísurin úr 70 oyrum upp í kr 2,68 fyri hvønn litur.
? Karmarnir hjá rækjuvinnuni eru verri enn teir hjá til dømis flakavinnuni. Til dømis verða fiskirættindi keypt til trolararnar og nótaskipini, meðan einki verður gjørt fyri at keypa brúkbar rættindi til rækjuvinnuna.
Vinnulívsfundurin var alt annað enn bjartskygdur um útlitini hjá føroyskari rækjuvinnu, og spáddi henni ein skjótt komandi enda.
? Fyri fáum árum síðani vóru 12 rækjuskip - nú eru tað bert 5 eftir. Spurningurin er so um nær teir seinastu fimm gevast, ikki um teir gevast. Tað varð mett at hesi seinastu fimm skipini møguliga klára seg árið út, um einki verður gjørt fyri at fáa til dømis brúkbarar kvotur.
Síðani varð víst á trupulleikar av GATT tolli í sambandi við framleiðslu av rækjum.
Her eru eisini trupulleikar við at føroyingar eru umleið 6 prosent verri fyri enn kappingarneytarnir vegna GATT toll.
30 ymisk feløg
Í niðurstøðuni um ?Lønarsteðg og Skattalætta? varð ført fram, at tær almennu lønirnar hava lyft kostnaðarstigið í Føroyum, heldur enn lønirnar hjá arbeiðsfólkinum.
? Lønarsteðgur ber ikki til, tí um lønarsteðgur skal verða, so má tað eisini blíva príssteðgur. Tað kundi hjálpt til um Príseftirlitið varð endurstovnað.
? Flakavirkini klára ikki at halda arbeiðsfólkið í arbeiði eina fulla arbeiðsviku. Tí er tað brúk fyri Arbeiðsloysistryggingini í teimum sokallaðu góðu tíðunum.
? Føroya Arbeiðarafelag hevði onga lønarhækking í árunum 1992 til 1998. Men síðani byrjaðu løgtingslimir at hækka sína løn, alment lønt fingu lønarhækkan, so tað var rímiligt, at arbeiðarin eisini fær lønarhækking. Tað einasta sum arbeiðarin krevur er at grøvin millum bólkarnar ikki veksur
? Persónsskattatrekkið er farið frá 36 upp í 38 prosent, har landsskatturin er farin úr 18,5 upp í 21,5 prosent. Ynskir eru frammi um eina meiri proportionala skattaskipan, sum hjá kommununum. 17.000 føroyingar vinna yvir 180.000 krónur um árið. 6.000 vinna undir 50.000 krónur um árið, og her verður eingin landsskattur. Skattastigin er ikki viðlíkahildin seinastu árini, so sjálvt um tað eru givnar fleiri milliónir í skattalætta hesi seinastu árini, er skattatrekkið farið upp.
? Hugskot hava verið frammi um tríparta lønarsamráðingar, men her er trupulleikin, at tað eru umleið 30 ymisk feløg sum samráðast skal við. Men hetta er lættari at gjøgnumføra á privata arbeiðsmarknaðinum tí har eru ikki so nógv feløg.
Áðrenn vinnulívsfundin í Bygdarhúsinum í Leirvík helt Eysturoyar Vinnulívsfelag aðalfund. Har vórðu Áki í Skemmuni og Arni Carlsen valdir í nevndina at sita saman við John E. Olsen og Ragnar S. Olsen; Lassi Borðoy, ið eisini stóð fyri vali, bar seg undan á hesum sinni, og í hansara stað varð valdur Janus Rasmussen. Nevndin hevur skipað seg, og formaður er John E. Olsen, næstformaður Arni Carlsen, kassameistari Áki í Skemmuni, skrivari Ragnar S. Olsen og nevndarlimur Janus Rasmussen.
Vinnudagurin er eitt árligt tiltak sum Eysturoyar Vinnulívsfelag skipar fyri. Fundurin verður hildin ymsastaðni í Eysturoy; fyrstu ferð varð hann hildin í Runavík, síðani á Kambsdali, Oyrabakka, Skála og í ár var Gøtu Kommuna vertur, men flutti fundin til Leirvíkar.
????????

Føroyska rækjuvinnan er ein vinna í svarum trupulleikum:

?Eitt føroyskt rækjuskip fiskar 10-15 tons per dag, meðan grønlendingar og kanadiarar fiska 60 tons per dag.

?Í tíðarskeiðnum 2000/2001 var miðal prísurin fyri eitt kilo av rækjum 21,40. Eitt ár seinni 2001/2002 var prísurin komin niður á 15,40. Í tíðarskeiðnum 2002/2003 fór prísurin niður við einari krónu og fyri 2003/2004 er prísurin komin niður í 10,00 per kilo.

?Í tíðarskeiðnum frá 1999 og tvey ár fram fór oljuprísurin úr 70 oyrum upp í kr 2,68 fyri hvønn litur

?Fyri fáum árum síðani vóru 12 rækjuskip - nú eru tað bert 5 eftir. Spurningurin er so um nær teir seinastu fimm gevast, ikki um teir gevast. Tað varð mett at hesi seinastu fimm skipini møguliga klára seg árið út, um einki verður gjørt fyri at fáa til dømis brúkbarar kvotur