Tá atkvøðurnar frá sýsluformansvalinum í Sandoynni vórðu taldar upp í morgun, var ivi um ta einu atkvøðuna. Annars stóð á jøvnum millum bæði valevnini, Tummas Frank Joensen og Sniálv Røvilsberg, 19-19.
- Ivi var um hesa einu atkvøðuna, tí atkvøðuseðilin var ikki fyltur út akkurát sum fyriskrivað. Tí mátti advokatur boðsendast at taka støðu. Hesin gjørdi av, at atkvøðan skuldi teljast við, og atkvøðan var til Sniálv Røvilsberg, sum sostatt vann við 20 atkvøðum móti 19.
Í Føroya Fiskimannafelag siga tey, at tá ein atkvøða ikki er fylt út júst eftir forskriftunum, verður kannað, um nakar ivi er um, hvønn ella hvat viðkomandi hevur ætlað at atkvøtt fyri.
- Er eingin ivi um tað, eigur atkvøðan at telja við, og tað var hesa niðurstøðu, sum advokaturin kom til, eftir at hava eftirkannað valúrslitið í dag, sigur felagið í dag.