Ivory er nýggja navnið á Eivør Pálsdóttir kvartett og talan er tískil um jazztónleik.Um vikuskiftið verður bólkurin á palli í Gøtu og í Havn og eisini eru fólkatónleikarar við.
Leygarkvøldið 17/6 klokkan 21 skipar felagið Grót fyri konsert í Losjuni í Gøtu. Á skránni eru Ivory og Kári Sverrison.
Hanus fyllir fimmti
Sunnukvøldið 18/6 klokkan 20 skipar Havnar Jazzfelag fyri konsert á Gamla Meiaríi í Havn.
Á skránni eri Ivory og eisini Hanus Johansen, sum hetta kvøld gevur út nýggja fløgu, í samband við, at hann fyllir 50 ár. Fløgan nevnist Bouqet, og er úrslit av samstarvinum millum Hanus og klassiska bólkin Aldubáran.tir vánaliga úrsliti, 3-3, móti Slovenia.
Henry favorittur til ?Golden Boot?
Eftir frálíka avrikið hjá Fraklandi og Thierry Henry í 3-0 sigrinum á Danmark, er Arsenal áleyparin nú favoritturin at gerast toppskjútti í kappingini. Oddsini at Henry gerst toppskjútti eru 9-2, meðan hollendarin Patrick Kluivert og spaniólin Raul eru á ávikavist øðrum og triðja plássi.
Áðrenn kappingin byrjaði vóru oddsini fyri Alan Shearer sum toppskjútta 12-1, meðan tey eftir vánaliga avrikið móti Portugal bert eru 20-1.
Savo Milosevic og Zlatko Zahovic eru eisini komnir langt upp á listan at gerast toppskjúttar hjá veddingarfeløgunum, eftir at hesir báðir skoraðu tvey mál í part fyrsta dysti sínum.