Hann er ættaður úr Svínoy, har hann ofta vitjar, og stóra dagin eru hann og konan í Svínoy, har føðingardagurin verður hildin.
Foreldrini hjá Jóan Jakku vóru Anna Katrina, sum var úr Ovasta húsi í Svínoy, og Elisias, sum var ættaður úr Húsavík. Tey bæði fingu fimm børn - Hennelina, sum býr í Svínoy, Jóan Jakku, sum býr í Havnini, Jóhannes Alfred og Hans Jacob, sum búgva í Klaksvík, og Anna, sum búði í Norðdepli. Hon doyði fyri nøkrum árum síðani.
Elisias bygdi í Lágbø. Men Anna Katrina var nógv plágað at tuberklum, og hon var tískil nógv á Sanatorinum. Børnini vuksu fyri tað mesta upp í Ovasta húsi hjá mostrini Elisabeth. Undir krígnum hildu eingilsktmenninir, sum vóru í Svínoy, til í Lágbø. Fyri nú fleiri árum síðani keypti Jóan Jakku hesi húsini, og sum tann hegnismaður, ið hann er, so hevur hann sett tey í sera góðan stand.
Jóan Jakku, sum avgørt hoyrir til tey stillu í landinum, fór fyrstu ferð til skips í 1944, tá ið hann var á Norðfirðinum og róði út. Næstu árini sigldi hann eitt nú við Carlton hjá Jóan Jakku á Viðareiði og sum Esmar førdi, Atlansfarinum, sum Billu Jógvan førdi og átti saman við Kjølbro og Svínoyar Bjarna, sum svínoyingar áttu, og sum Hans Mellemgaard førdi.
1949-50 gekk Jóan Jakku upp á skúla í Klaksvík, og tá ið hann var liðugur á skúlanum, var hann eitt skifti bestimaður við Svínoynni, sum Jákup hjá Jensi førdi.
Í 1953 giftist Jóan Jakku við Annu Helenu í Gong úr Havn. Hon hevur eisini ættarbond til Svínoyar. Tey bygdu í Klokkaragøtu, og har búgva tey framvegis. Jóan Jakku gjørdist heimamaður, eftir at hann var fluttur til Havnar. Fyrru árini arbeiddi hann hjá svágrinum, Peturi í Gong, og síðani var hann sjálvstøðugur múrari. Í fleiri ár arbeiddi hann saman við einum øðrum svínoyingi í høvuðsstaðnum, Hanus Hansen ella Hanus hjá Amaliu, sum svínoygar nevndu hann. Teir báðir vóru leingi partur av býarmyndini í høvuðsstaðnum.
Tey í Ovasta húsi vóru musikalsk. Dreingirnir spældu eitt nú á harmoniku, og Jóan Jakku var í mong ár í sangkórinum í Ebenezer.
Anna Helena og Jóan Jakku eiga fimm børn - Helgi føddur í 1954 og Atli føddur í 1956 búgva í Havnini, Ragnar føddur í 1961 býr í Esbjerg, Elisabeth fødd í 1963 býr í Hoyvík, og Sóley fødd í 1966 býr í Noregi.
Abbabørnini eru tólv og langabbabørnini tvey.