Renning?
22 ára gamli Jóan Karl Joensen rann eina góða innleiðandi kapping á 1500 metrum í gjár.?21 rennarar vóru við í kappingini, og 12 av rennarunum kundu renna seg í finaluna. Kappast varð í tveimum innleiðandi kappingum, og Jóan Karl Joensen var við í seinnu renningini.?Jóan Karl hevði lagt eina ætlan fyri, hvussu hann skuldi renna sína kapping, og tað megnaði hann heilt væl.?Jóan Karl rann í tíðini 4.15,90, og hann endaði sum nummar 6 í sínari kapping. Tað var nóg mikið til at koma í finaluna, sum varð runnin fyrrapartin.?Í finaluni rann Jóan Karl á mál sum nummar 10 av 12 rennarum við tíðini, 4.17,68. Og tað var eitt avrik, sum kollfirðingurin ikki var nøgdur við.
- Hatta var ikki gott. Eg var eitt sindur troyttur í beinunum frá í gjár, og eg legði nokk ov hart út. Og tí orkaði eg als ikki nóg væl, tá eg rann seinasta pettið, segði Jóan Karl, tá hann var komin á mál.??Rebekka var troytt?Rebekka Fuglø rann innleiðandi kapping á 800 metrum í gjár, men tað gekk ikki so væl hjá henni, sum tað kundi gingið.?- Eg var eitt sindur troytt áðrenn kappingina, so eg rann ikki so skjótt, sum eg kundi, segði Rebekka Fuglø eftir kappingina.?Rebekka Fuglø gjørdist nummar 12 í innleiðandi kappingini við 2:25,67 og kom ikki víðari til finaluna