Danska fótbóltslandskappingin verður ikki liðug fyrr enn sunnudagin 29. mai. Jóan Símun Edmundsson hevur ikki verið á OB liðnum seinastu ferðirnar, og nú er tað greitt, at hann verður ikki at síggja í bláu og hvítu OB troyggjuni fyrr enn eftir summarsteðgin.
Orsøkin er tann, at Jóan Símun er skurðviðgjørdur orsaka skaða í knænum, har meniskurin hevur argað.
-Talan var um ikki serliga kompliseraða skurðviðgerð. Tí rokna vit við, at hann verður førur fyri at venja aftur um 3-4 vikur. Tað vil siga, at hann verður tøkur, tá ið tað verður farið undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið, sigur læknin hjá OB, Christen Villberg, við bold.dk.
Harvið er tað greitt, at Jóan Símun ikki verður førur fyri at spæla, tá ið føroyska landsliðið fríggjakvøldið 3. juni fer at spæla vinadyst í Frankfurt ímóti Kosovo.