TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr beinleiðis samrøðuna FM1 hevði við Jóan Símun Edmundsson seinnapartin í dag.
Jóan Símun Edmundsson eigur lut í øllum teimum trimum málunum lið hansara, Arminia Bielefeld hevur fingið í 2. bundesligu higartil. Í fyrsta dystinum á útivølli ímóti Heidenheim skoraði Jóan Símun útjavnandi málið, og ígjár legði Jóan Símun Arminia Bielefeld á odda 1-0, og hann legði upp til 2-0 málið, tá Arminia Bielefeld á heimavølli frammanfyri 19.000 áskoðarum vann 2-1 á Dynamo Dresden.
Í samrøðuni greiðir Jóan Símun Edmundsson frá teimum trimum málunum, ið hann antin hevur skorað ella lagt upp til. Jóan Símun sigur, at kenslan er góð at skora frammanfyri 19.000 væl stuðlandi áskoðarum.
HER ber til at at síggja málini frá dystinum Arminia Bielefeld-Dynamo Dresden 2-1 (2-0)
Jóan Símun heldur, at støðið í 2. bundesligu er hægri enn í donsku superliguni. Tað er eftir hansara tykki bara FC Midtjylland, Brøndby og FCK sum kunnu javnmetast við liðini í 2. bundesligu.
Jóan Símun sigur, at hann er væl móttikin, bæði í hópinum og í felagnum. Enn verður hann ikki steðgaður so ofta á gøtuni av ungfólki, ið vilja hava autograf. Jóan Símun heldur, at hann má skjóta fleiri mál gjøgnum longri tíð um tað skal vinda uppá seg.
Jóan Símun er byrjaður at finna seg til rættis í Bielefeld, og í næstum fer hann eisini í holt við at læra seg týskt.