Toftamaðurin, Jóan Símun Edmundsson, hevur hetta kappingarárið verið millum heilt stóru profilarnar hjá týska felagnum, Arminia Bielefeld.
Og aftur í dag gjørdi Jóan Símun Edmundsson um seg, tá Arminia Bielefeld spældi á heimavølli móti Greuther Fuerth.
Jóan Símun Edmundsson legði í fyrra hálvleiki Arminia Bielfeld á odda 1-0, tá 31 minuttir av dystinum vóru leiktir. Og fýra minuttir seinni økti Arminia Bielfeld til 2-0, og so trúðu tey flestu, at talan fór at verða um ein sigur til Arminia Bielefeld.
Men í seinna hálvleiki vendi alt á høvdið. Fyrst skoraði Greuther Fuerth tvey tøtt mál, soleiðis at støðan gjørdist 2-2, og átta minuttir fyri leiklok skoraði Greuther Fuerth til 2-3, sum eisini varð endaliga úrslitið.
Ósigurin hjá Arminia Bielefeld ber við sær, at felagið hjá Jóan Símun Edmundsson nú liggur á tólvta plássið í næstbestu týsku deildini.