Tað má hava verið sjálvdan, at ein føroyskur leikari hevur spælt ímóti sínum egna landsliðið, men tað er veruleikin í dag, tá føroyska U-19 landsliðið og ein blandingur av eykaliðnum hjá Newcastle og U-19 liðnum hjá teimum bresta saman á Newcastle Academy.
Tað er í samband við at U-15, U-17 og U-19 eru á venjingarlegu í Newcastle, at dysturin verður spældur. U-19 spældi ein dyst mánadagin ímóti Ashington, sum er eitt felag í økinum rundan um Newcastle. Tann dystin tapti teir 3-1. Mótstøðan í dag verður ikki minni og U-19 landsliðið fær væntandi úr at gera í verjupartinum.
Dysturin byrjar klokkan 14.00.