Jóan Símun mundi skorað aftur

Bundesligan: Arminia Bielefeld tapti í dag og skifti Jóan Símun Edmundsson ov seint inn

Arminia Bielefeld tapti í dag 1-0 móti Werder Bremen í triðja umfari í Bundesliguni, sum er besta deildin í Týsklandi. Jóan Símun Edmundsson fekk seinastu minuttirnar og var um reppið at skora aftur. Føroyingafelagið verður nú standandi á fýra stigum.

Í farnu viku gjørdist Jóan Símun Edmundsson stóra hetjan, tá hann bleiv skiftur inn fyri Arminia Bielefeld móti FC Køln og skoraði. Tá fekk hann stórt korter og skoraði eftir 11 minuttum. Hesaferð fekk hann bara tveir minuttir og mundi eftirtikið bragdið, tá hann stútaði eitt innlegg knallhart móti málinum úr fimm metrum, men málverjin stórbjargaði.

Tað er eitt sindur margháttliga at síggja við føroyskum eygum, at føroyski landsliðsspælarin bara fekk nakrar fáar minuttir hesaferð. Arminia Bielefeld var aftanfyri 1-0 eftir 27 minuttum, tá Leonardo Bittencourt skoraði fyri heimaliðið. Hann skoraði eisini móti Føroyum á Tórsvølli í 2013, tá U21-landsliðið hjá Týsklandi vann 3-0 á tí føroyska U21-landsliðnum.

Tað burdi verið upplagt, at sent málsøkna toftamannin á vøllin nakað fyrr, men so hevur Uwe Neuhaus, venjari hjá Arminia Bielefeld, lært okkurt í dag.

SV Werder Bremen- DSC Arminia Bielefeld 1-0 (1-0)

1-0 Leonardo Bittencourt, 27

SV Werder Bremen:

Pavlenka – Gebre Selassie, Veljkovic, Friedl, Augustinsson (C) – M. Eggestein, Klaassen (75. Groß) – Mbom, Bittencourt (81. J. Eggestein), Sargent (81. Selke) – Füllkrug (74. Chong).

DSC Arminia Bielefeld:

Ortega Moreno – Brunner, Pieper, van der Hoorn, Lucoqui (71. Laursen) – Prietl, Hartel, Doan (88. Edmundsson) – Soukou (88. Yabo), Klos (C), Córdova (71. Schipplock).

1E. Frankfurt32106:37
2Dortmund32017:26
3Augsburg22005:16
4Hoffenheim32018:56
5Werder Bremen32015:56
6Stuttgart31117:54
7Union Berlin31116:44
8RB Leipzig21104:24
9Arminia Bielefeld31112:24
10Mönchengladbach31114:54
11Freiburg31114:74
12Bayern München21019:43
13Hertha Berlín21015:43
14Leverkusen30302:23
15Wolfsburg20201:12
16Köln30033:70
17Mainz30032:110
18Schalke20021:110