Jóan Símun Edmundsson hevur í dag skift til Arminia Bielefeld, sum spælir í 2. Bundesliguni í Týsklandi. Talan er um ein tvey ára sáttmála, sum kemur í gildi 1. juli 2018. Partarnir hava møguleika at leingja sáttmálan við einum ári.
Les eisini: Nú hevur Jóan Símun skrivað undir
- Eg eri glaður fyri hetta skiftið. Eg visiti ikki hvat fyri støðið eg kundi vænta mær, tá eg ikki havi spælt í seinastuni. Tá eg fekk tilboðið frá Bielefeld visti eg, at hetta var tað eg vildi, sigur toftamaðurin úr telefonini í Odense, har hann framvegis hevur sáttmála fram til 30. juni.
Føroyski landsliðsspælarin var í januar 2016 og vandi við Arminia Bielefeld. Tað hendi ikki meiri enn tað, men toftamaðurin fekk eina góða fatan av felagnum.
- Eg legði til merkir, at talan er um eitt stórt felag, har fótbólturin er á høgum stigi. Eg hugsaði ikki so nógv um, at eg ongantíð fekk svar frá teimum seinast, men okkurt havi eg gjørt rætt, sigur Jóan Símun Edmundsson, sum eisini hevði tilboð úr øðrum londum.
Hava fylgt toftamanninum
26 ára gamli landsliðsáleyparin gjørdi í vetur greitt, at hann ynskti at spæla á einum hægri stigi enn donsku superliguni. Tað endaði við, at OB útihýsti honum frá besta liðnum. Hóast tað, so hava eygu verið eftir toftamanninum.
- Eg havi tosað við venjaran og ítróttarstjóran. Teir hava fylgt mær seinastu tvey árini og halda at eg havi ment meg. Tí vejla teir at satsa upp á meg og tað eri eg glaður fyri, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Hann gleðist eisini um, at tað er komin til eina stóra deild og stórt fokus er á fótbóltinum í Týsklandi, og at talan er um eitt lutfalsliga stórt felag, sum hevur um 20 túsund áskoðarar í miðal.
Kann vænta sær spælitíð
Venjari er Jeff Saibene, sum er úr smátjóðini Luksemborg. Hann er fyrrverandi hjálparvenjari hjá Allani Simonsen. Tað skal verða ósagt, um tað hevur nakaran fyrimun, at Jóan Símun Edmundsson somuleiðis er frá eini smátjóð. Men hann hevur aðrar fyrimunir.
- Hann er ikki ímyndin av einum klassiskum týskum venjara, sum tú hevði væntað at møtt í Bundesliguni. Hann er ein nýmótans venjari, sum hevur fleiri góð hugskot um spæliskipan og leggur seg ikki fastan á ein ávísan stíl, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Liðið skiftir millum fleiri spælskipanir. Millum 4-4-2, 4-1-4-1 og 4-4-1-1. Fyrimunurin hjá toftamanninum er, at hann kann spæla á fleiri plássum. Tað kann eisini geva spælitíð.
- Ein orsøk til at teir vildu hava meg var, at eg kann spæla á fleiri plássum. Sum áleypari og hangandi áleypari, umframt at spæla á vonginum. Eg haldi báðir partar vænta, at eg fái spælitíð, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Vansin er, at landsliðsspælarin ikki hevur spælt dystir í seinastuni fyri OB, men bara venur. Tað hevur toftamaðurin eisini í tonkunum.
- Eg eri avkláraður við støðuna í OB, men nú verður tað kanska lættari, tí eg havi fingið framtíðina upp á pláss. Eg venji tað sum eg kann, men tað er harmligt, at eg ikki sleppi at siga ordiliga farvæl við OB, tí tað hava hóast alt verið tvey góð ár, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Jóan Símun Edmundsson er fyrsti føroyingurin í týskum fótbólti. Fyribils er Arminina Bielefeld í 2. Bundesliguni, sum er næstbesta deildini, men enn er møguleiki fyri at flyta upp í hesum kappingarárinum.