Jóan Símun til Italia

Ungi toftamaðurin skal komandi tíðina berjast við lið sum Fiorentina, Lecce og Club Nacional úr Paraguay. Newcastle hevur meldað U-21 liðið hjá teimum til Torneo da Viareggio, sum er ein av hægst virdu U-21 kappinginum í Evropa.

Tað skrivar heimasíðan hjá Newcastle.

- Tað er ein fantastisk kapping og ein frálíkur møguleiki hjá okkara leikarum at fáa nakrar royndir. Øll feløgini í Seria A hava lið við í kappingini, ið telur 48 lið frá 16 ymiskum londum, sigur Peter Beardsley, eykaliðsvenjari hjá Newcastle.

Kappingin byrjar mánadagin, og Newcastle er í bólki við Fiorentina og Lecce úr Italia og Club Nacional úr Paraguay. Fyrsti dysturin hjá Newcastle er týsdagin móti Fiorentina. Síðani spæla teir aftur hósdagin móti Club Nacional og leygardagin móti Lecce.

Kappingin er skipað soleiðis, at hvørt lið hevur loyvi at hava tveir U-21 leikarar, tríggjar U-20 leikarar, og restin skal vera frá U-19 liðnum ella yngri. So hóast kappingin hevur heitið ein U-21 kapping, er tað ikki allur sannleikin.

Kappingin var á fyrsta sinni í 1949 og hana vann AC Milan, veit Newcastle heimasíðan at siga.

Millum leikararnar, ið hava luttikið í kappingini, eru Franco Baresi, Roberto Baggio, Gabriel Batistuta, Roberto Prosineski, Sebastian Schweinsteiger, Fabio Cannavaro, Gianluigi Buffon og nú Jóan Símun Edmundsson.

Heimasíðan hjá Newcastle skrivar at enda, Jóan Símun umframt møguleikan at spæla fótbólt, eisini fær møguleikan at hygga nærri at mentanini og listini í Tuscany, har kappingin verður avgreidd.