Jóan Símun á U21 landsliðið

Sammett við liðið, sum 6. september legði rygg til 5-1 tap niðri í Serbia, eru fleiri broytingar eru fleiri broytingar framdar, nú Heðin Askham og Bill Jacobsen, U21 landsliðsvenjarar, hava úttikið hópin til landsdystin á útivølli ímóti Danmark fríggjadagin 7. oktober.

At broytingar eru gjørdar kemst av, at a-landsliðið er liðugt í síni kapping. Harvið eru teir spælararnir tøkir, sum hava aldur at spæla á U21 landsliðnum, og sum hava verið á a-landsliðnum.

Talan er um Jóan Símun Edmundsson úr Newcastle, sum er fremsti álopsspælarin á a-landsliðnum, Gilla Sørensen úr TB og Viljorm Davidsen úr FC Fyn.

Teir, sum hava fingið U21 landslliðsboð eru hesir: Kristian Joensen, 07 Vestur, Heini Vatnsdal, FC Suðuroy, Erling D. Jacobsen, Páll Klettskarð og Kaj Leo í Bartalsstovu, Víkingur, Rógvi S. Holm, Hallur Hansson og Teitur Gestson, HB, Høgni Eysturoy og Róaldur Jacobsen, B36, Klæmint A. Olsen, NSÍ, Gilli Sørensen, TB, André Olsen, B68, Karl Løkin og Dánjal á Lakjuni, ÍF, Viljormur Davidsen, FC Fyn, Gunnar Zachariasen, Akademisk Boldklub, René S. Jacobsen, Brøndby IF og Jóan Símun Edmundsson, Newcastle.

Dysturin millum Danmark og Føroyar verður spældur á Aalborg stadion fríggjadagin 7. oktober klokkan 18.00.