FILMUR: Fordómarnir hjá Katrini Ottarsdóttir um superføroyingin Jóanes Nielsen verða dygiliga gjørdir til skammar í nýggjum filmi, sum verður frumsýndur í annaðkvøld Katrin Ottarsdóttir dylur ikki yvir, at filmurin um Jóanes Nielsen er íbirtur av hennara fordómum um rithøvundan
Sjálvt um hon bara er fýra ár yngri enn Jóanes, so virkaði hesin álvarsami og mytugyrdi maðurin altíð so øgiliga vaksin sum hann sást ganga gjøgnum havnargøtur í djúpum tonkum við hondunum handan bak . At síggja til var hetta ikki ein maður, ið tók tilveruna við løttum, minnist hon.
Hartil var maðurin yrkjari og livdi sína kommunistisku sannføring fult og heilt sum fiski- og arbeiðsmaður.
Tí var tað eisini við bivandi hjarta at Katrin Ottarsdóttir, asfaltføroyingurin í Danmark, fór í gongd við hendan filmin um superføroyingin og mikla tjóðskaparmannin Jóanes Nielsen.
Eftir einar 100 tímar av uptøkum hevur filmskvinnan tó broytt fatan av ræðandi kommunistinum.
- Eg kann bara siga, at allir mínir fordómar vórðu dyggiliga gjørdir til skammar, sigur Katrin og avdúkar, at vit koma at síggja eina sera opinskáraða og ofta privata síðu av Jóanes Nielsen.
?Sporini vaksa úr orðum? er triði og seinasti í eini trilogi av portrettfilmum hjá Katrini um føroyskar listamenn. Teir fyrru vóru ?Eingin kann gera tað perfekta? um myndahøggaran Hans Paula Olsen og ?Ein regla um dagin má vera nokk!? um rithøvundin, myndlistamannin og tónleikaran Tórodd Poulsen.
Sporini vaksa úr orðum verður frumsýndur hóskvøldið klokkan 20 á Meiarínum, Tjóðpalli Føroya.
Atgongumerki fáast á Kunningarstovuni í Havn