B6
Málið um tær mongu uppsagnirnar fekk eina nýggja vend, tá ið sjúkrahúsleiðslan á Landssjúkrahúsinum týsmorgunin kom við tíðindaskrivi um, hvør teirra støða er í málinum um sjúkrasystrarnar á B6. Kvøldið fyri hevði Jóanis Erik Køtlum boðað frá, at teir ikki mettu tað vera neyðugt við fleiri starvsfólkum til deildina. Niðurstøðan hjá sjúkrahúsleiðsluni er sum fylgjandi: Út frá teimum tiltøkum, sum eru gjørd í 2001, virkseminum á deildini og verandi starvsfólkorku er tað einki, sum talar fyri, at starvsfólkorkan á B6 skal økjast.
Haraftturímóti er leiðslan á Landssjúkrahúsinum greið yvir, at nakað ítøkuligt og munagott skal gerast fyri, at betra um arbeiðsamboð og útgerð hjá røktarstarvsfólki. Hetta verður tí raðfest høgt í fíggjarárinum 2002.
Hetta er greið tala, og hetta staðfestir samstundis, at partarnir eru rættiliga langt frá hvørjum øðrum.
Í sama tíðindaskrivi førir leiðslan eisini fram, at viðurskiftini á B6 eru batnaði seinastu árini. Eitt nú er talið av innleggingum munandi batna.
Tað, sum sjúkrahúsleiðslan serliga leggur dent á í teirra próvførslu er, at talið av sjúklingum pr. starvsfólk er lægri enn í flestu sjúkrahúsum í Danmark.
-Næsta stigið verður at kalla inn til fund millum partarnar, sigur Jóanis Erik Køtlum.