- Eg fari slett ikki at góðtaka, at Taks verður flutt úr Saltangará til Klaksvíkar, bara tí at Javnaðarflokkurin sigur tað.
Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, er ørkymlaður av tíðindunum í Sosialinum fríggjadagin um at Taks í Eysturoy skal flytast til Klaksvíkar.
Hann staðfestir, at hetta er ikki viðgjørt í samgonguni og tað fer hann at krevja at tað verður.
- Tá ið Jóannes Eidesgaard kemur við eini fráboðan sum hesari, er hetta tað sama sum at biðja um rumbul í samgonguni, tí soleiðis kann hann ikki fara fram, sigur løgtingsmaðurin.
Skilir ikki Javnaðarflokkin
Hann skilir ikki hvat tað er, sum fyriferst í Javnaðarflokkinum.
- Fyrst kunngerð ein landsstýrismaður hjá flokkinum, Aksel V. Johannesen, at klaksvíkingar eiga tørn at fáa ein almennan stovn og tí hevði hann gjørt av at leggja nýggju Heilsutrygdina í Klaksvík.
- Nakrar tímar seinni kallar Gerhard Lognberg hetta fyri bakbit, tí tað var avtalað í samgonguni, at stovnurin skuldi vera í Sandoy.
- Og nakrar dagar seinni kunngerð ein annar landsstýrismaður hjá flokkinum, Jóannes Eidesgaard, at nú skal Taks í Saltangará flytast til Klaksvíkar.
Jógvan á Lakjuni staðfestir, at hann kennir onki til nakra avtalu í samgonguni um, hvar almennir stovnar skulu vera, heldur ikki, hvat Heilsutrygd skuldi vera.
- Um nøkur avtala gjørd í Javnaðarflokkinum, veit eg ikki, leggur hann afturat.
Neyðrakettir
Hann sigur, at hann veit ikki, hvat endamálið hjá Javnaðarflokkinum er.
Tað kann sjálvandi vera ein roynd at gera vart við seg.
Hann heldur, at tað sær út til at Javnaðarflokkurin hevur fingið ein bráðkomnan tørv á at senda eina neyðrakett fyri og aðra eftir upp í loft eftir vanlukkuligu veljarakanningini í summar.
- Men soleiðis ber ikki til at arbeiða í eini samgongu, tí slík mál skulu avtalast í samgonguni fyrst, sigur Jógvan á Lakjuni.
- Slík framferð kann bara enda við einum og tað er, at onki hendir.
- Eg veit ikki, hvør eigur tørn til almenn arbeiðspláss, men tað eru í øllum førum nógv fleiri almenn arbeiðspláss í Norðoyggjum, enn tað eru í Eysturoy, leggur hann afturat.
- Tí fari eg ikki at góðtaka, at almenn arbeiðspláss verða flutt úr Eysturoy.
Og hann sigur, at skal raksturin rationaliserast, kundi tað verið eitt hugskot at savna alt Taks á einum staði, kanska í Eysturoynni, sigur Jógvan á Lakjuni.
Les eisini greinina: Taks flytast úr Havn til Saltangará