Jóansøkufestivalurin 2006 farin afturum bak

Jóansøkufestivalur loysti startskotið av fyri enn einum føroyskum festival-summari. Sosialurin var á staðnum fríggjakvøldið og leygarkvøldið, og við í blaðnum eru konsert-ummælir.

Dennis Holm, ein av fyriskiparunum av Jóansøkufestivalinum, var væl nøgdur við heildina av tiltakinum, men viðmerkti at har vóru einstøk ting, sum kundu verið gjørd annarleiðis. Hesir lutir verða tiknir upp í eftirmetingunum av tiltakinum, ið nú standa fyri framman.
 
Tónleikurin
Tónleikanøvnini vóru uppá sítt pláss. Við nøvnum sum Andrew Strong, Carpark North, Hanus G. Johansen og Rasmus Lyberth var lagt upp til góðsku og tað vóru eisini fleiri góðar tónleikaframførslur á høvðuspallinum á Eiðinum, nærhendis fótbóltsvøllin. Og breidd var í tónleikinum - frá vísusangi til soul-tónleik til dagførdan pop-rock og aftur víðari til meiri tyngri rocktónleik  og var hann framførdur av einum íra, dønum, íslendingum og føroyingum. Jóansøkufestivalurin er eitt fínt høvi hjá tónleikarum at vísa sín tónleik fram og nógvar kreftir gera hetta møguligt. Karmarnir um tónleikin vóru í lagi við ljóðgóðsku í topp.
 
Festivalur og stevna
Men tað er ein sannroynd, at har væl kundu verið fleiri festival-gestir. Tað kann hugsast, at her er eitt lítið stríð at hóma ímillum formin av festival-hugtakinum og stevnuna, sum vit kenna hana  í hesum førinum Jóansøkan. Í ár fevndi Jóansøkufestivalurin seg yvir heilar 4 dagar, meðan hin í fjør var ein dag. Soleiðis man hetta vera størsta tiltak í Suðuroy nakrantíð. Men harafturat kemur kappingin frá hinum festivalunum. Avleiðingin er jú, at føroyski festival-gesturin er noyddur at velja og vraðka ímillum øll tilboðini, sum liggja í summarmánaðunum.
 
Gitingar um talið av festival-vitjandi
Tað er uttan iva spennandi, sum fyrireikari, at vita eftir, hvussu nógv atgongumerkir verða seld til eitt slíkt stórt tiltak sum Jóansøkufestivalurin var. Men sunnukvøldið var ov tíðliga at siga neyvt frá, hvussu nógv atgongumerkir vóru seld. Dennis Holm metti, at um 1.500 fólk vóru og lurtaðu. Yvirlit yvir tað fíggjarliga var enn ikki komið heilt uppá pláss sunnukvøldið, hetta skuldi komið uppá pláss í nærmastu framtíð. Aðrar keldur mettu umleið 1000 áhoyrarar vóru við stóra pallin. Men undirritaði var á staðnum leygarkvøldið og metir, at har ikki vóru nógv meiri enn 700-800 fólk, tá ið tað vóru mest. Men sum sagt, so vóru karmarnir fyri einum góðum tónleikatiltaki í lagi, bæði, tá ein hugsar tónleikanøvn og eisini tað tekniska.