Heimasíðan hjá Jóansøkufestivalinum er dagførd og boðar frá, at ikki skal bíðast longi afturat, innan høvuðsnøvn verða kunngjørd Í sendingini Viðurgerði í Kringvarpinum varð ljós varpað á Jóansøkufestivalin, men ongi nøvn komu fram. Tó varð sagt, at okkurt verður til yngra ættarliðið og at eitt navn, ið var mest frammi í sjeytiárunum, eisini verður á skránni.
www.joansokufestivalurin.com og sudurras.com vita at siga, at fyrsta dagin verða nøvn kunngjørd og í komandi viku verða atgongumerki til keyps.
Jóansøkan og Jóansøkufestivalurin verða á Tvøroyri í ár.