Leiðslan í einum skúla á Nørrebro í Keypmannahavn hevur mælt jødiskum foreldrum frá at senda síni børn í skúlan, tí tað eru so nógv palestinsk børn í skúlanum.
-Vit hava havt nakrar keðiligar hendingar, sum gera, at eg havi verið noydd at siga við nøkur foreldur, at tað kann vera trupult at hava jødisk børn í skúlanum, tí her eru so nógvir palestinar, sigur skúlastjórin í Rådmandsgades skole, Lise Egholm, við danska kringvarpið.
Formaðurin í jædiska samfelagnum í Danmark, Finn Schwartz, sigur við DR, at tey vita um støðuna, og at eftir teirra tykki er talan um ein álvarssaman trupulleika.
Borgarligir kommunalpolitikarar í Keypmannahavn eru í øðini um, at jødisk foreldur ikki kunnu senda síni børn í tann skúla, tey vilja, og teir krevja, at málið verður tikið upp alt fyri eitt,