Jú færri, jú sjáldsamari

Setanarrøða á mynt- og telefonkortsavnarastevnuna í Norðurlandahúsinum

Góðan dagin og takk fyri áheitanina, um at lata meg seta hesa so forvitnisligu stevnu. Á stevnuni verður høvi hjá tykkum mynt- og telefonkortsamlarum at samlast og skifta orð um áhugamál tykkara. Eisini verður høvi at fáa virðismett tað, tit hava goymt ella samla. Og annars at lurta eftir áhugaverdum fyrilestrum um evnið.
At samla uppá myntir ella telefonkort, hevur ikki bara týdning fyri tykkum, sum samla. Tað hevur eisini ein søguligan samfelagstýdning.
Fert tú inn á eitt fornminnissavn her í Hoyvík ella aðrastaðni í verðini, so finnur tú sum oftast eitt pláss við myntum. Hví tað? Tí hesir vísa, hvussu gongdin hevur verið fyri hetta so specifikka økið. Og myntir - ella pengar - er nú heldur ikki, hvat sum helst í tilveru okkara í dag, og er ikki nakað nýtt fyribrigdi heldur.
Men hvat vísa so hesir myntir? Teir vísa oftast eina mynd av einum kongi ella einum statsleiðara, sum hevur týdning í samfelagnum fyri júst tað tíðarskeiðið, tá mynturin varð gjørdur. Og longri vit fara aftur í tíðina, jú færri myntir vóru av hvørjum slagi, Og jú færri myntir verða gjørdir av slagnum, tess sjáldsamari, og tess størri virðið.

útmynting ístaðin fyri býtishandil
Hugskotið við at útmynta, tað at gera myntir, var at lætta um í handli. Áðrenn var býtishandil galdandi, hetta at tú t.d. býtti eitt klædnaplagg um við fisk.
Hvussu langt síðani hetta við myntum byrjaði er ilt at siga nágreiniliga, men útvið fyri 3000 árum síðani vóru myntir nýttir í lítla Asiu.

gyllin ? ein myntur síðani eitt hugtak
Í Føroyum fóru vit at nýta gyllin seint í miðøldini, talan var tá um ein gyltan mynt -ein gullmynt. Seinni bleiv hesin gyllin til ein fiktivan mynt, eitt hugtak, sum vit handlaðu við, tó uttan reiðan gyllin. Hugtakið gyllin og myntin gyllin kenna vit eisini frá Hollandi, sum teir hava nýtt har líka til nú, teir eru farnir yvir til ECU.
Sum dømi um virði á gyllin kann nevnast at fyri eitt gyllin fekst t.d. eitt vág, sum svaraði til 18 kilo av turrum fiski, og fyri 10 gyllin fekst tú eina tunnu av smøri.

inflatión fyrr og nú
Eitt fyribrigdi, sum hoyrir pengaverðini til er »inflatión". Og jú størri inflatiónin er, tess meira minkar mynteindin í virði. Tá ið vit tosa um inflatión nú á døgum, so er hetta vanliga orsakað av høgum prísvøkstri á vørum og tænastum. Men inflatión er ikki nakað nýtt fyribrigdi kortini. Haraldur Harðræði, sum livdi frá 1047 til 1066, var sum kongur í Noregi, tann táverandi útmyntarin. Tað var jú altíð kongur, sum útmyntaði. Og søgan sigur okkum, at hann snýtti í sínari útmynting. Í staðin fyri at lata myntirnar verða reint sylvur, sum teir áttu, so fór hann at blanda kopar í myntirnar, soleiðis at hann fekk dubult so nógvar myntir fyri tað sylvurið, sum hann veruliga átti at fingið. Hetta er so bara tann eina søgan um inflatión av hesi orsøk. Men inflatiónsøgir um snýt, sum eru orsakað av íblandan av øðrum metalli enn tí, sum handilin gekk fyri at verða, eru fongdar gjøgnum alla miðøldina.

? Eg føli meg sum eitt 10 oyra millum tvey 5 oyru"
Støddin á myntinum ella tyngdin á myntinum sigur ikki longur nakað um tað virðið, sum fæst fyri myntin. Og onkur kennur kanska søguna, um fyrrverandi tingformannin Finnboga Ísakson, tá ið hann sum unglingi í Klaksvík var til ein veljarafund, og av tilvild kom at sita í millum tveir bulmiklar sambandsmenn. Hetta hevur verið síðst í ´50-árunum, tá ið 10-oyruni vóru væl minni enn 5 oyruni. Tá kom ein maður framvið og spyr Finnboga, hvussu hann følir seg millum tveir so kraftigar sambandsmenn. Jú, svarar Finnbogi kvikur í replikkini sum vanligt. ? Eg føli meg sum eitt 10 oyra millum tvey 5 oyru"

handilsvirðið mótvegis samlingsvirði
Eitt er hvat myntvirðið ella handilsvirðið hevur at týða fyri tað samtíð myntin livir í, annað er hvat virðið í myntsamlarin leggur í myntina. Tá er tað annað, sum spælir inn: hetta, hvussu sjáldsamur er mynturin. Eru tað fáir av slagnum, jú størri virði hevur hann, tí hann er so sjáldsamur.
telefonkortini og fartelefonirnar
Nú havi eg bara tosað um myntir og tess søguligu atlit. Annað sum hendan stevnan eisini er karmur um er telefonkortsamlarar. Telefonkortini, hava fá ár á baki. Komu til landið fyri einum 5-10 árum síðani. Hvussu leingi hesi verða á marknaðinum er ilt at spáa um, men eg kundi hugsa mær, at tey eru í stórari kapping við fartelefonirnar. Telefonkortini eru dømi um tað galoperandi menning innan telesamskifti bara hesi seinastu 10-12 árini í mun til menningina innan telesamskifti, sum hevur uml 125 ár á baki.
Eg veit ikki, hvussu søguliga gongdin hevur verið á hesum øki, men í Føroyum var telefon ikki í hvørjum heimi fyrr enn í 1970-unum, tvs 100 ár aftaná, at hon varð uppfunnin. Og síðani fingust smartari og smartari telefonir, tráðleysar vóru eisini her á landi í 80 árunum, í 90 árunum komu so NMT fartelefonirnar og korttelefonir um nøkulunda somu tíð. Síðani gekk heilt stutt tíð, so varð GSM-fartelefon ella kortfartelefon hvørt mans ogn, fyri ikki at siga hvørt barns ogn. Tá alsamt fleiri fáa sær fartelefon, fari eg at ivist í, hvussu leingi tað verður relevant ella lønandi at hava korttelefonir hangandi ymsastaðni í landinum.
Men fyri telefonkortsamlarar, skuldi áhugin fyri hesum bara gjørt so mikið størri, tí seinni í tíðini verða tað sostatt bara tey heilt fáu, sum fara at liggja inni við hesum søguliga tíðarskeiðið í telesamskiftissøguni. Og jú færri, jú sjáldsamari.
At enda fari eg at ynskja tykkum øllum eina gevandi og spennandi stevnu. Og lýsi hervið stevnuna fyri mynt og telefonkortsamlarar at verða setta.