Fyri einum lítlum mánaði síðani vóru vit í Vestmanna í diamantbrúdleypi hjá tykkum. Har høvdu vit eina hugnaliga løtu, sum vit takka tykkum so hjartaliga fyri.
Góði Jógvan, nógv kundi verið at trivi í og sagt um teg. Vit sigldu saman við Stelluni ? tað mundi vera tað mesta av trimum árum. Vit fiskaðu fyri tað mesta eystanfyri. Vit kláraðu stak væl upp báðir, aldrin eitt øvugt orð okkara millum.
Sum oftast bunkraðu vit einaferð á hvørjum túri, og eg minnist, at vit gleddu okkum at fáa post.
Tað var oftani pakki frá Jonnu við heimabakaðum køkum, tá fekk eg altíð mín part burturav, gávumildur var tú altíð.
Fittur vart tú í hondum Jógvan, eg minnist at tú plagdi at gera grindaknívar og skutlar, tað var snøgt gjørt.
Ja, vit hava havt manga góða løtu saman, sum eg minnist afturá við takksemi.
Vit hava altíð verið væl móttikin, tá vit hava vitjað tykkum, tit vita ikki, hvussu blíð tit skulu vera, bæði tú og Jonna.
Til seinast vilja vit bæði ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum, og vóna at tit bæði hava tað gott framyvir.
H.