Jógvan Gregersen 45 ár

Í dag, mikudagin 8. september, verður Jógvan Gregersen í Norðragøtu 45 ár.

Jógvan er gøtumaður so tað stendur eftir í. Mamman er Berlina, sum er ættað frá Norðuri við hús í Syðrugøtu, og pápin var Per Gregersen ella Per hjá Jóan Paula, sum var úr Norðragøtu. Per doyði fyri átta árum síðani.
Jógvan er nummar trý í røðini av teimum fýra børnunum hjá Berlinu og Peri. Árni býr á Bornholm, og Sonja, Jógvan og Magnus búgva øll í Norðragøtu. Jógvan, sum bygdi ikki so langt frá barndómsheiminum, situr við Jørðistovufestinum.
Í mong ár var Jógvan virkisleiðari á Fiskavirkinum í Gøtu. Síðani var hann eitt stutt skifti á Fiskasøluni, og fyri knøppum trimum árum síðani gjørdist hann stjóri á Vaðhorn á Strondum. Har man lagið vera hampuliga gott, tí í fjør varð virkið kosið at vera ársins virki.
Jógvan var bygdarráðsformaður í Gøtu kommunu 1997-2000, og hann hevur í nógv ár verið nevndarlimur í Gøtu Ítróttarfelag. Síðst í níti árunum var hann formaður eitt skifti, og nú er hann aftur formaður.
Jógvan Gregersen var á GÍ unglingaliðnum, sum var føroyameistari í 1976 og í 1977. Tá var tað, at lunnar av álvara vóru lagdir undir glæsiligu fótbóltsavrikini hjá gøtumonnum. GÍ vann 2. deild í 1979, og Jógvan var eisini á liðnum, sum í 1983 vann fyrsta av higartil seks meistaraheitum til Gøtu.
Í 1976, 1977 og í 1978 var Jógvan á unglingalandsliðnum. Jógvan royndi seg eisini tvær ferðir á landsliðnum. Tað var í heimadystum ímóti Hetlandi í 1981.
Jógvan Gregersen er giftur við Sigvør, sum er fødd Justinussen og ættað úr Norðragøtu. Hon er pedagogur og arbeiðir sum stovnsleiðari í høvuðsstaðnum. Tey eiga trý børn: Lív, Per Martin og Bergur.