Jógvan á Høvdanum 70 ár

Tann 1. desember, verður pápi okkara 70 ár. Í tí sambandinum havi eg hug at hyggja eitt sindur aftureftir, eftir tí, hesin megnar maður hevur fingið av skafti, nú hann rundar tey sjeyti.

Pápi er elstur av fýra systkjum og gjørdist hann faðirleysur sum 10 ára gamalur. Foreldur hansara vóru Oluffa Samson Joensen, ættað av Strondum og Petur Hans Samson Joensen úr Gerðum í Klaksvík, pápin doyði fyri 60 árum síðani og mamman í 1996.

Smá vóru korini tá í tíðini, men tey hava klára sítt alla tíðina og hava svarað hvørjum sítt. Hetta hevur hann lært nógv av og tað er hetta, ið alla tíðina hevur ligið fremst í huganum hjá pápa og tað er at klára seg sjálvan.

 

Sigur man Jógvan á Høvdanum, so sigur man eisini Klaksvíkar Timburhandil. Har arbeiddi hann í yvir 50 ár og er tað hansara verk, at Klaksvíkar Timburhandil gjrdist ein av teim størstu timburhandlunum í Føroyum. Hann hevur verið tann, sum hevur stýrt øll árini, bæði í góðum og ringum tíðum. Við hansara vitan innan byggivinnuna, hevur hann megna at givið Norðoyingum byggitilfar av bestu góðsku. Hann gekk ógvuliga høgt uppí, at góðskan skuldi vera í lagi og at Klaksvíkar Timburhandil skuldi hava so stórt úrval av vørum sum gjørligt.

Tikið var mangan til orðafellið tá leitað var eftir einhvørjum, sum ikki fekst í øðrum handlum, so “fær norður á Varpið, tí teir hava tað heilt sikkurt”.

 

Í 1994 eydnaðist tað okkum at keypa Klaksvíkar Timburhandil og tað má vera ein tann størsti dagurin í lívinum hjá pápa. Nógv stóð á monnum, ti nógv stóð uppá spæl. Timburhandilin hevur altíð verið eitt arbeiðispláss hjá familjuni, og bleiv hann stongdur, kundi tað fáa óbøtandi skaða fyri familjuna. Tíðirnar vóru sera ringar í Føroyum júst tá og arbeiðsloysið var stórt. Vit fundaðust í húsunum hjá Advokatfelagnum við Ósaskúlan og eftir drúgvar samráðingar við peningastovnarnar, JFK og sakførarar, eydnaðist tað okkum at fáa fatur á Timburhandlinum. Minnist væl, tá ið sakførarin Jógvan Páll Lassen segði, at nú, tá ið tit fara út higani, so kunnu tit kallað tykkum eigarar av Klaksvíkar Timburhandli, nakað, pápi hevði droymt um alt sítt lív og tað týdningarmesta, at hann fekk bjarga sínari familju og arbeiðisfólkunum.

 

Í 1995 fekk pápi ein blóðtøpp í hjartað, tað tók hart uppá hann, men stríðsviljan hevur hann altíð havt góðan og tað eydnaðist honum at vinna seg upp aftur.

Pápi er perfektionist, har alt skal passa uppá millimetrar. Hann er sera dugnaligur í hondunum og tað sum hann hevur gjørt, kann ongin seta ein fingur á aftaná. Hann hevur hjálpt okkum børnunum við húsum okkara og húsini á Helnabrekku hevur hann bæði tekna og hevur staðið fyri allari byggingini. Tína hjálp eru vit øll tær takksom fyri.

 

Pápi hevur altíð havt nógvar góðar vinir. Næstan hvønn sunnudag spælir hann krokk í skúlagarðinum og har hevur hann havt nógvar góðar løtur. Hann gongur sera høgt uppí bátarnar hjá sær, har hann ígjøgnum árið pjøssar um teir og nakrar túrar um árið, verður eisini farið á flot. Í kjallaranum hevur hann eitt hobbyrúm, har hann gerð modellskip, hornprýðislutir o.a., har fara nógvir tímar um vikuna.

Privat hevur tú altíð bjóðað tað besta fram, tá ið tit hava havt gestir og øll, sum eru komin á gátt í Jørundsgøtu hava kent seg sum heima. Tykkara heim hevur altíð verið opið fyri øllum og har hava mong sitið væl.

Til seinast vil eg minna á, at “aftanfyri ein góðan mann, er altíð ein góð kona”, tí uttan hennara hjálp og stuðul, so vart tú neyvan komin so langt, sum tú ert komin ídag. Hon er heimsins besta mamma og hevur hon altíð tikið familjuna framum alt annað. Takk fyri tað mamma.

Við hesum orðum vilja vit ynskja tær tillukku við 70 ára føðingardegnum. Tær og mammu verður ynskt alt tað besta í framtíðini.

 

Samstundis verður sagt frá, at pápi heldur føðingardagin saman við familjuni í Århus.

 

Tillukku pápi

 

frá okkum systkinunum.

 

Símun á Høvdanum.