Jógvan Ingvard er ættaður av Toftum, sonur Jens Christian Olsen, fyrrverandi løgtingsmann, og Helenu f. Johannesen úr Hvalvík.
Hann var fyrstu ferð valdur á ting í 1970 og hevði sæti á tingi til hann gavst og ikki stillaði uppaftur til løgtingsvalið í 1998.
Hann gjørdist løgtingsformaður í 1995, tá stýrisskipanin varð broytt, og tingformansstarvið flutt hægri upp í tign og gjørdist fulltíðarstarv við størri ábyrgdum.
Jógvan Ingvard Olsen er fyrsti tingformaður, sum eftir løgtingsval hevur staðið fyri skipan av samgongu. Ta uppgávuna hevur fráfarandi løgtingsformaður nú sambært stýrisskipanarlógini, eftir valið – hóast hann ikki er tingmaður í nýggja tinginum.
Soleiðis var tað Jógvan Ingvard Olsen, sum skipaði fyri, tá Anfinn Kallsberg varð valdur til løgmann eftir valið í 1998, og sum hin fyrsti løgmaðurin setti landsstýrisfólk í starv, sum Løgtingið annars hevði gjørt frammanundan.
Jógvan Ingvard Olsen var kendur sum ein siðiligur politikari, sum var avhildin av politikarum í øllum flokkum. Hann var ikki kendur fyri at vera í hørðum orðaskifti við síni mótstøðufólk, hann leyp ikki framav, men var tiltikin fyri sín siðiliga framburð.
Men skuldi okkurt sigast, so segði hann tað. Tað gav at bíta á sumri í 1990, tá ósmeja var millum Jógvan Ingvard Olsen og Paula Ellefsen um ráðfiskabýtið. Tað stríðið vann Jógvan Ingvard Olsen, og Pauli Ellefsen legði frá sær sum formaður í Sambandsflokkinum og stillaði ikki uppaftur til valið í ótíð, sum var 17. november í 1990.
Jógvan Ingvard er skipari og hevur verið vinnulívsmaður. Herfyri varð hann uppkallaður, tá nýggja frystilínuskipið á Toftum fekk navnið »Jógvan I«.
Jógvan Ingvard var giftur við Hildibjørg f. Hansen, sum doyði í 2018.
90 ára dagin heldur Jógvan Ingvard saman við sínum nærmastu.

Jógvan Ingvard Olsen níti ár í dag

