Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi. Uppgávurnar í felagnum eru alsamt vorðnar fleiri og størri, og tí hevur nevndin avgjørt at seta ein stjóra at taka sær av hesum. Talan er um eitt nýtt starv, og uppgávan hjá stjóranum verður at hava dagligu umsiting felagsins um hendi, og annars at røkja áhugamál felagsins. Jógvan Jespersen tekur við starvinum 1. apríl.