Seinasta fríggjadag, 5. desember, fylti Jógvan Rasmussen í Havn 75 ár. Jógvan er ein av kendu hýruvognsførarunum í Havn. Hann er ættaður av Sandi og flutti til Havnar í 1944, har hann m.a. arbeiddi á bilverkstaðnum hjá Vilhelm Nielsen.
Jógvan hevur koyrt á bilstøðini Auto síðan 1958. Hann koyrdi ein hýruvogn hjá Johannes Berg eina tíð, til hann fekk sín egna hýruvogn. Hann hevur verið partaeigari í støðini síðan 1964.
Hann hevur arbeitt sum hýruvognsførari í 45 ár, ið má sigast at vera ein langur arbeiðsdagur, og hann koyrir framvegis hvønn dag.
Jógvan er giftur við Brynhild, f. Johannessen, úr Havn. Børnini børnini hjá teimum eru: Olfert, Eirikkur og Myrna, sum búgva í Havn, Aðalgunn og Tanja, sum búgva í Danmark, og Gvøbjørg, sum býr á Argjum.