Endurgjaldskrav
Jógvan S skal hava fiskiloyvið aftur.
Tað stendur í eini stevning, sum reiðarin nú um dagarnar hevur sett fram ímóti Fiskimaálráðnum.
Sostatt hevur reiðarin nú gjørt álvara av at stevna Fiskimálaráðnum, eftir at Fiskiloyvið til Jógvan S varð tikið aftur í august í ár.
Reiðarin er sannførdur um tað var ólógligt at taka fiskiloyvið hjá Jógvan S aftur.
?Vit fingu tilsøgn um eitt fiskiloyvi 29. apríl í 2002 og 25. august í ár varð tilsøgnin tikin frá okkum aftur. Men tað hevði Fiskimálaráðið onga heimild til at gera og tí krevja vit, at Jógvan S. fær fiskiloyvið aftur.
Tíggjutals milliónir
Men Jógvan Lútzen, reiðari, sigur, at hetta er bara tað fyrsta sakarmálið, sum verður reist í kjalarvørrinum á avgerðini um at taka fiskiloyvið aftur.
Fleiri sakarmál eru á veg, men tað er ikki endaliga avgjørt enn, hvussu verður við teimum og tí eru tey ikki løgd enn.
Hann sigur, at teir, sum eiga Jógvan S, fara í øllum førum at krevja endurgjaldskrav fyri at hava mist fiskiloyvið. Hvussu stórt tað kravið verður, veit hann ikki.
? Tað veldst um, hvussu leingi báturin kemur at liggja. Tað gongur í besta føri eitt heilt ár, áðrenn sakarmálið um fiskiloyvið er avgreitt. Verður dómurin í tí málinum so harafturat skotin inn fyri landsrættin, ganga nakrir mánaðir afturat.
Jógvan Lútzen sigur, at sostatt er enn ikki greitt, hvussu stórt endurgjaldskravið verður, men tað veksur sjálvsagt fyri hvønn dag, Jógvan S liggur.
?Men talan verður í øllum førum um fleiri tíggjutals milliónir, sigur hann.
Hann leggur afturat, at talan kann enntá verða um eitt endurgjaldskrav fyri alt skipið sum tað er.
? Eitt skip sum liggur, forferst rættiliga skjótt og tað er lítið gott eftir av einum skipi, sum hevur ligið í tvey ár. Og reiðskapurin fer so eisini fyri skeyti.
Skulu ikki slaktast einsamallir
Jógvan S sigur, at enn er heldur ikki endaliga avgjørt, hvørjum endurgjaldskrav verður lagt ímóti.
?Tað var felagið Línuskip, sum reisti málið og talan kann verða um eitt endurgjaldskrav ímóti felagnum. Talan kann eisini verða um eitt krav ímóti sjálvum formanninum í felagnum Línuskipum. Hetta eru alt løgfrøðiligur spurningingar, sum verða viðgjørdir í løtuni.
Men tað er í øllum førum greitt, at eitt endurgjaldskrav verður so ímóti Fiskimálaráðnum.
Jógvan Lútzen minnir eisini á, at tað eru yvir 30 skip, sum hava fingið fiskiloyvið eftir somu mannagongd, sum Jógvan S fekk sítt loyvi.
Og hann finnur seg ikki í, at hann skal fáa sersømdir tann skeiva vegin.
?Vit skulu ikki slaktast einsamallir. Skal fiskiloyvið takast frá okkum, skal tað eisini takast frá øllum hinum, tað fara vit at taka stig til, sigur Jógvan Lútzen.
Hann ivast ikki í, at so fara eisini tey skipini at leggja endurgjaldskrav ímóti landskassanum.
Fær reiðarin viðhald í øllum sínum krøvum, kann málið um Jógvan S sostatt fáa avleiðingar fyri Landskassan, sum verða so álvarsligar, at í løtuni tað ber illa til at ímynda sær tað.